Kristni 9 - Lærarabók - page 55

55
Teresa læt upp ein uttandura skúla fyri fátøk børn. Har kundu tey umframt at
læra at lesa og skriva eisini læra reinføri, so sleppast kundi undan smittandi
sjúkum.
Teresa var skelkað av umstøðununum hjá teimum fátæku. Mong lógu sjúk og
doyggjandi á gøtunum, og nógvar syndarligar lagnur møttu henni. Hon royndi
frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi at gera tað, hon kundi. Av og á gjørdist
hon mótfallin, men gudstrúgvin fekk hana at halda á fram í arbeiðinum.
Men umsíðir kom hjálpin. Ein ríkur indiskur embætismaður læt hana fáa eitt
rúm, ikki langt frá fátækrabýlingunum. Har kundi hon viðgera tey sjúku og
taka sær av teimum. Síðani vóru onnur, ið lótu pening til arbeiðið.
Teresa sá tó, at einsamøll megnaði hon ikki at gera alt arbeiðið. Hon mátti fáa
fatur á øðrum kvinnum at hjálpa. Helst skuldi hetta vera kvinnur, ið eins og
hon høvdu givið lívið til Guds arbeiði.
Soleiðis kom hugskotið um eina nýggja nunnuskipan. Henda skipan varð
góðkend av pávanum í 1959 og varð nevnd Missionaries of Charity. Systir
Teresa gjørdist leiðari, og varð nú nevnd Móðir Teresa.
Ein av hennara gomlu næmingum kom henni til hjálpar. Hon fekk sær gamla
føðinavn Teresu, Agnes. Skjótt komu fleiri afturat, og nú kom av sonnum
gongd á arbeiðið.
Smáir skúlar vórðu settir á stovn til tey fátækastu børnini, og hvønn dag sóust
hvítar nunnur í fátækrabýlingunum. Men hóast Móðir Teresa og hjálparar
hennara arbeiddu alt tað, tær vóru mentar, so sóust enn doyggjandi menniskju
á gøtunum.
Í 1954 gav býráðið pening til eitt heim til doyggjandi. Her kundu tey neyðars
menniskju fáa røkt og ein virðiligan deyða.
Fimm milliónir indarar høvdu spitalskusjúku. Móðir Teresa setti á stovn ein
heilan bý, so tey kundu fáa viðgerð. Á henda hátt eydnaðist at bjarga mongum
mannalívum.
So við og við streymaði peningur inn til arbeiðið. Um 70 miðstøðir til sjúk og
fátøk vóru settar á stovn í India. Hugskotið breiddi seg skjótt til onnur lond,
og Missionaries of Charity arbeiddi skjótt í umleið 80 londum.
Í 1992 helt Móðir Teresa, at hon ikki orkaði at leiða arbeiðið longur. Hon
royndi at finna ein avloysara. Hon var tó biðin um at halda á fram fimm ár
afturat. Í 1997 avloysti systir Nirmala hana.
5. september 1997 doyði Móðir Teresa 87 ára gomul.
Kap. 3 - Kærleiki
1...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...148
Powered by FlippingBook