Kristni 9 - Lærarabók - page 63

63
UPPSKOT
Samandráttur
• Bernhard Severin Ingemann var danskur presta-
sonur, føddur í 1789
• Ingemann gjørdist faðirleysur tíggju ára gamal
• Ingemann las løgfrøði, men tók ikki prógv
• Ingemann fór á menningarferð í 1818
• Í 1822 fekk Ingemann starv á Sorø Akademi
• Ingemann var vinur við m.a. H.C. Andersen
• Ingemann skrivaði eitt nú sálmar og søguligar
skaldsøgur
• Á hálvfjerðs ára degnum fekk Ingemann eitt
gullhorn í gávu
• Ingemann andaðist í 1862
Spurningar
1. Hví mundi Ingemann ikki gerast løgfrøðingur?
2. Fara fólk í dag á menningarferð, og um so er,
við hvørjum endamáli?
3. Í hvørji raðfylgju vaknar alt í morgunsálminum
á bls. 72, og hvønn týdning hevur raðfylgjan?
4. Hvussu lýsir Ingemann Várharra?
5. Hvat sigur kvøldsálmurin á bls. 72 um at takka
og biðja?
6. Hvat sigur kvøldsálmurin um vinalag og
fordómar?
Hvussu arbeiðast kann við 5. kapitli:
• Hyggja at brotinum um Drotning Margretu I.
á bls. 71 í næmingabókini. Hvat verður sagt um
leiklut hennara í samfelagnum? Hvussu svarar
hetta til leiklutin, drotning ella kongur hava í
danska ríkinum nú á døgum?
• Lesa sálmin “Sí, meistarin hann kemur”,
snar.fo/kristni9, saman við Mál 3,2-3.
Hvat er myndamálið? Hvat verður væntað av
okkum? Hvat verður sagt um dóm?
Kapittul 5
Ingemann
1...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...148
Powered by FlippingBook