Kristni 9 - Lærarabók - page 68

68
Dansur
At dansa er íborin likamlig rørsla. Dansur kann hava ymisk endamál so sum
framførsla ella rituellur dansur, og so tað at røra seg. Tað er ymiskt, hvussu
fólkasløg brúka dans og í hvønn mun.
Fleiri átrúnaðir nýta dans í síni gudsdyrkan so sum tempuldans. Tá leiðir ein
andligur leiðari oftast dansin.
Rituellur dansur verður nýttur í sambandi við lívshátíðir sum eitt nú føðing,
brúdleyp og deyða, eins og við skifti frá barnaárum til vaksnamannalívið.
Hesin dansur gongur í arv frá ættarliði til ættarlið.
Bíblian sigur frá, at í jødiskari mentan var vanligt at syngja, dansa og spæla. Tí
var tað eisini natúrligt at dansa og røra seg í lovprísan til Guds. Sagt verður, at
øll dansaðu, ella at kvinnur dansaðu. Bert eina ferð verður sagt, at ein maður
dansar. Hetta var, tá ísraelsmenn fluttu sáttmálaørkina niðan á fjallið Zion. Tá
stendur um Dávid, kong:
Og Dávid dansaði av øllum alvi fyri ásjón Harrans; og
hann var í línklæði,
2. Sám 6,14
Dansur verður oftast jaliga lýstur. Bert tvær frásagnir eru í Bíbliuni um, at
dansurin ikki var til tað góða. Tann fyrra er um, tá Móses kom oman av Sinai
fjalli og sá fólkið dansa um gullkálvin,
2. Mós 32,19
Hin er um, tá dóttir Heródesar dansaði fyri pápanum á føðingardegi hansara.
Afturfyri lovaði Heródes henni, at hann vildi geva henni, hvat hon enn bað
um. Tá fekk móðir hennara hana at ynskja sær høvur Jóhannes doyparans,
Matt 14, 6-13
Dansur í hinduismu
Í hinduismu hevur dansur stóran týdning bæði í átrúnaði og í verðsliga lívinum.
Átrúnaðarligi dansurin knýtir seg serliga at gudinum Shiva. Shiva og Vishnu
eru teir gudar, ið hinduar biðja mest til. Shiva er gudur fyri bæði fruktbari og
oyðilegging. Shiva hevur eitt eyknevni, Nataraja, ið merkir “Dansins harri”.
Í fólksliga dansinum hevur dansur og drama stóran leiklut. Ofta knýtir
dansurin seg at eini mytiskari frásøgn, og hvør rørsla merkir okkurt ávíst.
Tað er ikki óvanligt, at ein hindu í eini veitslu verður ovurtikin av einum
guddómi gjøgnum tónleik og dans.
Hare Krishna er rørsla sprottin úr hinduistiskari siðvenju, har fólk eru kend
fyri at dansa í gøtunum í litríkum klæðum, meðan tey siga eina bøn, eitt
mantra: Hare Krishna.
Hare Krishna, Hare Krishna,
Krishna Krishna, Hare Hare.
Hare Rama, Hare Rama,
Rama Rama, Hare Hare.
1...,58,59,60,61,62,63,64,65,66,67 69,70,71,72,73,74,75,76,77,78,...148
Powered by FlippingBook