Kristni 9 - Lærarabók - page 73

73
UPPSKOT
Samandráttur
• Jesus er sonur Mariu
• Jesus er sonur Guds og heimsins frelsari
• Jesus lærdi um Guds ríki
• Jesus lærdi í trý ár
• Jesus nýtti myndatalu
• Jesus gjørdi kraftagerðir
Spurningar
1. Hvønn týdning hava Jesu lív og læra fyri
menniskju í dag?
2. Veitst tú onkra myndatalu, vit vanliga nýta?
Hvørja?
3. Hvønn týdning leggur tú í orðið undur?
Uppgávur
Tosið um:
• Grøðingar í dag
• At vera bønhoyrd
Finnið líknilsi, ið snúgva seg um:
• Guðs ríki
• Jesus sum faðirin
• Tey sjálvrættvísu ella teir skriftlærdu
Hvussu sæst, at líknilsið er um hetta evnið?
Hvussu arbeiðast kann við 7. kapitli:
• Tosa um týdningin, kristindómurin hevur havt á
menniskju og samfeløg gjøgnum tíðirnar.
• Seta Jesu lív og læru í nútíðarhøpi. Sangurin
“Kom aftur Jesus” á bls. 88 í næmingabókini kann
samanborin við “Væl afturkomin Jesus”, poetry
slam eftir Bárði Person á snar.fo/kristni9, kapittul 7,
geva hugskot til prát.
• Um Jesus gekk millum fólkið her á landi í dag,
hvussu hevði hetta verið lýst í fjølmiðlunum?
Skriva eina blaðgrein.
• Næmingar kunnu einsæris ella í bólkum finna
frásagnir um undur í dag og leggja fram fyri
flokkinum.
Kapittul 7
Jesu lív
og læra
1...,63,64,65,66,67,68,69,70,71,72 74,75,76,77,78,79,80,81,82,83,...148
Powered by FlippingBook