Kristni 9 - Lærarabók - page 81

81
eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu
tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: Tit Galileumenn, hví standa
tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals,
skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals,
Áps 1,6-11
Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma
menniskjusonarins verða. Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast. Men
brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva
skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins
kreftur. Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu
allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á
skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd,
Matt 24,27-30
Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal
hann sita í dýrdarhásæti sínum. Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri
honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá
geitunum,
Matt 25,31-32
Líknilsi
Við líknilsum vildi Jesus á ein nýggjan hátt hava menniskju at skilja lívsins
viðurskifti. Við at samanbera støður og hendingar, fólk kendu seg aftur í ella
kendu frá náttúruni, fekk hann tey at skilja boðskap sín.
Jesu líknilsi viðgjørdu altíð sambandið millum Gud og menniskju. Men tað
serstaka við frásagnum hansara var, at hann ikki nevnir Gud, og tó er tað
Gud, talan er um. Jesus sigur ikki beinleiðis, hvat hann meinar við, men nýtir
myndir ístaðin.
Líknilsini eru um, hvussu menniskju eru hvør móti øðrum
• Ummann, iðbjóðaði nógvumgestum,mengestirnir vildu ikki koma,
Matt 22,
Luk 14
• Um pápan, ið tekur væl ímóti soninum, sjálvt um hann hevði oytt allan
arvin,
Luk 15
• Um víngarðsharran, ið gav øllum arbeiðsmonnunum líka løn, hóast
arbeiðstíðin var ymisk,
Matt 20
• Um kongin, ið strikaði stóru skuldina hjá tænarum sínum, Matt 18
• Um brúðgóm, ið ikki vildi lova nøkrum brúdleypsgestum inn, tí teir vóru
ov seinir,
Matt 25
Og um viðurskifti í náttúruni
• Umkornið, ið ikki vaks so væl allastaðni, tí jørðin var ymisk,
Matt 13, Mark 4,
Luk 8
• Um fikutræið, ið ikki bar frukt, men tó fekk loyvi at standa,
Luk 13
• Um hveiti og illgresi, ið vaks í saman akri,
Matt 13
Onnur líknilsi Jesu eru dømi um menniskju, ið kunnu vera fyrimyndir ella ikki
• Um prestin, ið ikki hjálpti manninum, ið var álopin. Sámáriubúgvin
harafturímóti hjálpti, hann er góð fyrimynd,
Luk 10
• Um farisearan og tollaran, ið bóðu báðir. Farisearin var stoltur, men tollarin
eyðmýkti seg fyri Gudi,
Luk 18,9-14
Kap. 7 - Jesu lív og læra
1...,71,72,73,74,75,76,77,78,79,80 82,83,84,85,86,87,88,89,90,91,...148
Powered by FlippingBook