Kristni 9 - Lærarabók - page 82

82
• Um ríka mann, ið als ikki hevði tað gott eftir deyðan, og tann fátæka, ið tá
fekk tað góða at njóta,
Luk 16
• Um ríka bóndan, ið helt, at hann í mong ár skuldi njóta ríkidømi sítt. Hann
fekk boð um, at hesa somu nátt fór hann at doyggja,
Luk 12
Undur og tekin
Jesu gjørdi mong undur og tekin. Hann grøddi sjúk, hjálpti fólki í neyð og
vakti upp deyð.
• Fyrsta undurverkið gjørdi Jesus í brúdleypi í Kána. Einki vín var eftir, men
Jesus kom teimum til hjálpar og gjørdi vatn til vín,
Jóh 2,6-11
• Ein herhøvdingurin bað Jesus grøða drongin, ið lá giktsjúkur heima við
hús. Uttan at síggja sjúklingin, men við sínum orðum grøddi Jesus hann,
Luk 7,1-10
• Við Betesda hylin grøddi Jesus ein mann, ið hevði verið lamin í 38 ár,
Jóh 5,5-9
• Lærusveinarnir høvdu roynt alla náttina, men einki fingið. Eftir boðum
Jesusar seta teir gørnini av nýggjum. Teir fingu so nógv, at teir fyltu tveir
bátar,
Luk 5,4-9
• Í samkomuhúsinum í Kapernaum rak Jesus ein óreinan anda úr einum
manni,
Mark 1,23-28
og
Luk 4,33-37
• Vermóðir Pæturs búði hjá Pæturi og teimum. Hana grøddi Jesus umframt
mong onnur, ið tey komu berandi hagar við til hansara,
Matt 8,14-17, Mark
1,29-34, Luk 4,38-41
• Hann grøddi spitalskan mann,
Matt 8,2-4, Mark 1,40-42
og
Luk 5,12-13
• Jesus grøddi giktsjúkan mann, ið teir loraðu niður gjøgnum tekjuna til
hansara,
Matt 9,2-8, Mark 2,2-12
og
Luk 5,18-26
• Hann vakti son einkjunnar frá deyðum,
Luk 7,12-16
• Hann grøddi mann, ið hevði ein illan anda, var blindur og dumbur
Matt
12,22
og
Luk 11,14
• Jesus hótti at vindi og aldum, og tað varð blikalogn,
Matt 8,24-27, Mark
4,37-41
og
Luk 8,23-25
• Tveir menn við illum anda vórðu grøddir í bygdarlagnum hjá Gadarenum,
Matt 8,28-34, Mark 5,1-20
og
Luk 8,26-39
• Kona, ið hevði blóðsótt, nam bert við faldin á kappa hansara og varð grødd,
Matt 9,20-22, Mark 5,25-34
og
Luk 8,43-48
• Jesus vísti, eitt nú við dóttur Jairi, at hann kundi vekja deyð til lívs,
Matt
9,18-19
og
23-26, Mark 5,22-24
og
35-43, Luk 8,41-42
og
49-56
• Við bert fimm breyðum og tveimum fiskum mettaði Jesus eini 5000 fólk,
og avlop var eisini,
Matt 14,15-21, Mark 6,35-44, Luk 9,12-17
og
Jóh 6,5-14
• Jesus gekk á vatninum. Pætur skuldi eisini royna hetta, men ótti kom á
hann, og hann byrjaði at søkka. Men Jesus tók í hond hansara,
Matt 14,22-
33, Mark 6,45-52
og
Jóh 6,16-21
• Dóttir kánaneisku konuna var stødd í neyð av einum illum anda, men
Jesus grøddi hana,
Matt 15,22-28
og
Mark 7,25-30
• Jesus grøddi deyvan mann, ið illa kundi tala,
Mark 7,32-37
• Honum tókti synd í stóru mannamúgvuni, ið hevði fylgt honum í tríggjar
dagar. Við sjey breyðum og nøkrum smáfiskum fingu um 4000 at eta.
Fimm kurvar av molum lupu av,
Matt 15,32-38, Mark 8,1-9
• Í Betsaida grøddi Jesus ein blindan mann,
Mark 8,22-26
1...,72,73,74,75,76,77,78,79,80,81 83,84,85,86,87,88,89,90,91,92,...148
Powered by FlippingBook