80
til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av
sannleikanum, hoyrir rødd mína,
Jóh 18,36-37
Boðaði ævigt lív
Jesus vísti menniskjum, hvar tey kundu fáa ævigt lív. Hann kunngjørdi, at
hann sjálvur hevði møguleikan at bjóða menniskjum ævigt lív.
Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava
ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi,
Jóh 6,40
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív,
Jóh 6,47
Og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta
teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin
skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt,
Jóh 10,28-30
Jesus segði við hana: Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg skal liva, um
hann so doyr,
Jóh 11,25
Deyði og uppreisn
Jesus greiddi frá, at hann fór at doyggja, men at hann fór at vinna á deyðanum
og rísa upp.
Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá
mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi
vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum,
Jóh 10,17-18
Og tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín. Men hetta segði
hann fyri at merkja, hvønn deyða hann skuldi doyggja,
Jóh 12,32-33
Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja
meg,
Jóh 16,16
Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem,
og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. Tí
at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og
áspýttur, og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa
upp,
Luk 18,31-33
Hann kemur aftur í skýnum
Í fjøruti dagar eftir uppreisnina opinberaði Jesus seg fleiri ferðir fyri ápostlunum
og talaði um Guds ríki. Síðstu ferð, hann opinberaði seg fyri teimum, var í
Jerúsalem, og hann fór við teimum niðan á Oljufjallið. Hann bað teir vera í
Jerúsalem til heilagi andin var komin yvir teir, sum hann hevði sagt teimum.
Og tá ið teir nú vóru saman komnir, spurdu teir hann og søgdu: Harri, ætlar tú á hesi
tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael? Hann segði við teir: Tað er ikki fyri tykkum at vita
tíðir ella tímar, sum faðirin hevur ásett í sínum egna valdi. Men tit skulu fáa kraft,
tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem
og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini. Og tá ið hann hevði
sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr