71
Føroyskur dansur og dansisiðir
Føroyskur dansur er at meta við eina framførslu, har tey dansandi taka lut í
eini frásøgn, um tað er kvæði, táttur ella vísa. Framførslan er í afturlatnum
ringi, tey dansandi venda móti hvørjum øðrum og halda í hondina á hvørjum
øðrum. Øll eru vælkomin at taka lut. Huglagið í framførsluni sýnir seg bæði í
teksti, tónum, eygnabrái og stevi.
Skiparin hevur stóran týdning fyri framførsluna. Hann byrjar hvørt ørindi, og
meðan dansifólkið kvøður niðurlagið, fyrireikar skiparin seg til næsta ørindi.
Tað er ikki góður siður at taka skiparan av ræði, hóast hann skuldi tikið feil
av raðfylgjuni. Skiparin kann við síni atferð gera av, hvussu dansurin gongur,
hvussu ferðin er, og hvussu høgt ella lágt verður kvøðið. Góðir skiparar hava
verið høgt í metum, og frásagnir eru um kapping serliga millum ungar skiparar.
Eitt tað fyrsta, vit vita um tann føroyska dansin, er í ferðafrásøgn hjá
íslendinginum Jóni Ólafssyni Indiafara frá 1616. Hann sigur frá, at í veitslu
í Lamba varð dansað á føroyskan hátt og við ringbroti. Í 1669 sigur Thomas
Tarnovius í stuttum frá, at tólv til fjúrtan fólk dansaðu saman kvæðadans.
Samtíðarmaður Tarnoviusar, Lucas Debes, sigur í sínum verki um Føroyar frá
1673, at føroyingar til brúdleyp og jóladagarnar stuttleika sær við einføldum
dansi. Teir dansa í ring, meðan teir halda í hendurnar á hvørjum øðrum og
syngja gamlar kempuvísur.
Heitið føroyskur dansur má vera komið av, at annar dansur við tíðini kom til
Føroya.
Tann føroyski dansurin er hátíðarligur. Tá dansað verður í skúlunum, er
vanligt at minna børnini á ikki at hava húgvu á høvdinum og ikki at klappa
ella gera annað óljóð, tá framførslan endar.
Sydney Bertram Carter
Sydney Bertram Carter (1915-2004) var enskur fólkatónleikari, yrkjari og
sálmaskald.
Hann er best kendur fyri sangin “Dansa, dansa”, ið Karsten Hoydal hevur týtt
til føroyskt. Sjálvur væntaði Sydney Carter ikki, at kirkjan fór at taka so væl
ímóti sálminum, men fór at halda, at hann ikki var nóg kristiligur. Sydney skal
hava sagt, at hann yrkti um Jesus sum dansins harra, av tí at hann best kendi
Jesus. Tað kundu væl vera aðrir harrar aðrastaðni og millum onnur fólkasløg.
Yrkingin er tey dansistig, ið Jesu lív og orð skaptu. Um Jesus dansaði í Galilea
til floytitóna ella trummur, visti Sydney ikki, men tað segðist, ið hvussu er, at
Dávid kongur dansaði Gudi til æru.
Sydney Carter helt, at sjálvt um hvørt ættarlið hevði sín hátt at meta um
kristindómin, so broyttist innihaldið ikki, sjónarhornið varð bara eitt annað.
“When I Needed a Neighbour” við íblástri úr Matt 25,31-40 og “Friday
morning”, ið er samrøða millum ránsmenninar hvørjumegin Jesus á Golgata,
eru sálmar hjá Sydney Carter.
Kap. 6 - Dansur og andligar vísur