67
UPPSKOT
Samandráttur
• Tað er íborið at røra seg
• Elligamlir holumálningar vísa dansandi fólk
• Negro spirituals eru átrúnaðarligir sangir
• Fremmandur átrúnaður hevur ofta rituellan og
átrúnaðarligan dans
• Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti siga frá,
at fólk dansaðu
• Føroyingar eiga bíbilskar vísur
• Summar føroyskar samkomur nýta tekin og rørslur
Spurningar
1. Hvussu kunnu rørsla og leikur stuðla undir kristna
boðskapin?
2. Hvørjar bíbilskar hendingar eru í “Dansa, dansa”
á bls. 82?
3. Samanber “Jefta vísu” á bls. 83 við søguna um
Jefta, Dóm 11. Hvat líkist, og hvat brýtur frá?
4. Hvør er moralurin í “Jefta vísu”?
Hvussu arbeiðast kann við 6. kapitli:
• Tosa um hugtakið dans og rørslu. Hvønn týdning
leggja næmingarnir í hesi hugtøk?
• Hvat kenna næmingarnir til dans og rørslu í
átrúnaðarligum høpi?
• Lesa jólaevangeliið Luk 2 og Matt 2. Samanbera
við “Jólavísuna” eftir Johan Hendrik Schrøter,
snar.fo/kristni9. Hvat hevur Schrøter lagt afturat,
og hví man tað vera?
• Til eru ymiskar brúðarvísur, eisini nýyrktar. Eitt
hugskot er at arbeiða við teimum, ið liggja á
snar.fo/kristni9 og svara hesum spurningum:
• Hvørji bíbilsk evni eru lýst í vísuni?
• Hvørji onnur evni verða lýst í vísuni og hvussu?
• Hvat verður sagt um hjúnabandið?
• Hvørji góð ráð gevur høvundurin hjúnunum?
Kapittul 6
Dansur og
andligar vísur