76
2.
Men tá ið komið var at kvøldi, bóru tey til hansara mong, ið vóru plágað av illum
andum; og hann rak út andarnar við einum orði; og øllum teimum, ið høvdu ilt,
hjálpti hann, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, tá ið hann sigur:
Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann,
Matt 8,16-17
Verður krossfestur saman við syndarum
1.
Tí gevi eg honum mangar í lut, og hann skal fáa máttugar sum herfong, fyri tað at
hann tømdi sál sína til deyða og varð taldur millum misgerðarmanna – hann, sum
bar syndina hjá mongum og bað fyri misgerðarmonnum,
Jes 53,12
2.
Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og
annar vinstrumegin,
Matt 27,38
Stungin gjøgnum hendur og føtur
1.
Tí hundar um meg tyrpast, flokkur av níðingum er rundan um meg. Teir hava
stungið meg gjøgnum hendur og føtur,
Sl 22,17
2.
Síðan sigur hann við Tummas: Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar,
og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men
trúgvandi,
Jóh 20,27
Verður eyðmýktur og vanvirdur
1.
Men eg eri ein ormur og ikki maður, eitt spott fyri monnum, ein vanvirða fyri
fólki. Øll, ið síggja meg, háða meg, skelkja og rista við høvdi: Hann á Harran leit
sínar leiðir, hann hjálpi honum, hann bjargi honum, við tað at hann hevur hans yndi,
Sl 22,7-9
2.
Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu: Tú,
sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær
sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum,
Matt 27,39-40
Fær edik at drekka
1.
Teir rættu mær malurt til mat, fyri tosta teir góvu mær edik at drekka,
Sl 69,22
2.
Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg
og bóru honum at munni,
Jóh 19,29
Verður stungin við spjóti
1.
Tá helli eg út yvir hús Dávids og yvir íbúgvar Jerúsalems náðar- og bønaranda,
so at tey líta til hansara, sum teir hava gjøgnumgatað og harma hann eins og lívlát
einkarbarnsins og syrgja hann, eins og frumgitni sonurin verður syrgdur,
Zak 12,10
2.
Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn i síðuna á honum, og har kom við
tað sama blóð og vatn útúr,
Jóh 19,34
Hermenn luta klæði hans ímillum sín
1.
Teir skifta míni klæði sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut,
Sl 22,19
2.
Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut
um tey, hvat hvør teirra skuldi taka,
Mark 15,24