85
UPPSKOT
Samandráttur
• Victor Danielsen var føddur í Søldarfirði
28. mars 1894
• Victor Danielsen tók prógv á Føroya Læraraskúla
í 1911
• Andliga heim Victors var brøðrasamkoman í Siloa
í Fuglafirði
• Victor Danielsen ferðaðist um landið og boðaði
Guds orð og gav út andligan lesnað
• Victor Danielsen týddi einsamallur fyrstu føroysku
Bíbliuna
• Av teim 1125 sálmunum og sangunum í
“Songbók Guds Fólks” hevur Victor Danielsen
yrkt 27 og týtt 879
• Í Fuglafirði, har Victor Danielsen búði, er sett ein
standmynd til minnis um hann og virksemi hansara
Spurningar
1. Hvørja ávirkan kunnu rembingarnar fyrst í
1900-talinum hava havt á Victor Danielsen?
2. Hvat kann hava virkað við til, at Victor Danielsen
gjørdist trúboðari burturav?
3. Hvat kunnu vit nú á døgum vera Victori Danielsen
takksom fyri?
4. Hvat undrar teg mest í brotinum um Victor
Danielsen?
5. Hvønn boðskap bera sálmarnir á bls. 104 og 105?
Hvussu arbeiðast kann við 8. kapitli:
• Tosa um týdningin móðurmálið hevur fyri eina tjóð
andaliga og á annan hátt.
• Tosa um tær avbjóðingar føroyskt mál hevur í dag í
mun til ta tíð, Victor livdi.
• Lesa “Kvøða til Victor Danielsen” eftir Pól F.
Joensen, har hann ber saman lív Victors við sítt
egna, snar.fo/kristni9. Í hvørjum líkjast Victor
Danielsen og Pól F. Joensen, og á hvønn hátt eru
teir mótsetningar?
Kapittul 8
Victor
Danielsen