95
UPPSKOT
Samandráttur
• Jesus tosaði ofta við faðir sín í himni
• Jesus lærdi lærusveinar sínar at biðja bønina
faðirvár
• Nógvir sangir eru bønir
• Í kristindóminum er einki, ið sigur hvar, hvussu,
ella hvussu ofta, biðjast skal
• Jødar eiga at biðja tríggjar ferðir um dagin
• Muslimar eiga at biðja fimm ferðir um dagin
• Hinduar kunnu biðja alla staðir. Helst verður hetta
gjørt í templum
• Buddistar hava ongan skapanargud
Spurningar
1. Hvønn týdning leggur tú í orðið bøn?
2. Hvønn týdning hevur tað at nýta eitt nú rósukrans
ella kristuskrans?
3. Hevur orðið bøn annan týdning enn at biðja til
Guds?
4. Hvat merkja orðini: bønarmaður, bønarorð,
bønarsvar, bønarbræv?
Uppgávur
• Finnið brot í Gamla Testamenti og Nýggja
Testamenti, ið lýsa bønarstøður.
• Leggið hesi brot fram fyri hvørjum øðrum.
• Finnið fram bønir til ymisk høvi. Tit kunnu leita
í bókum, sangum ella spyrja onkran eldri, um tey
kenna ávísar bønir t.d. borðbøn, morgunbøn ella
kvøldbøn.
• Skrivið eina bøn
• Gerið framsýning av tilfarinum, tit finna.
Hvussu arbeiðast kann við 10. kapitli:
• Viðgera hvørja einstaka grein í faðirvár,
snar.fo/kristni9. Seta hendingar í gerandisdegnum
til hvørja teirra. Gera hetta við myndum ella við
sjálvgjørdum frásøgnum ella greinum úr bløðum.
• Hvør er munurin á einsæris bøn og felags bøn?
• Tosa um, hvørt bøn er tørvur ella siðvenja. Hvat
halda næmingarnir um hetta?
• Í bólkum kunnu næmingarnir við myndum og
teksti greiða frá bønarsiðum hjá teimum ymsu
átrúnaðunum.
Kapittul 10
Bøn og
meditatión