104
Heimafturkomin gjørdi hann eitt perluband, ið hann nýtti sum bønarhjálp.
Hendan uppfinning breiddi seg víðari um landið og eisini út um landoddarnar.
18 perlur eru í kransinum. Hvør teirra hevur ávísan týdning, eitt nú lívs
spurning, tanki ella bøn. Eingin føst orðing er. Við hvørja perlu verður grundað
um okkurt ávíst, ella bøn verður biðin.
• Gudsperlan,
gull
• Kvirruperlurnar,
træperlur
• Eg perlan – Guds og mín,
perlumóður
• Dópsperlan,
hvít
• Oyðimarkarperlan,
sandlitt
• Ekkaloysisperlan,
blá
• Kærleiksperlurnar,
reyðar
• Loyndarmálsperlurnar,
perlumóður
• Náttarperlan,
svørt
• Uppreisnarperlan,
hvít
Fleiri átrúnaðir hava biðikransar, men hevur hetta ikki verið vanligt hjá
protestantum. Hildið verður, at kristuskransurin gevur tí einstaka betri
samanhang og djúphugsan í bønalívinum.
• Byrja verður við gullperluni og farið verður við klokkuni. Raðfylgjan av
perlunum kann ímynda lívið.
• Tær seks kvirruperlurnar geva møguleika at hugsavna seg um tað, hinar
perlurnar boða. Tær vísa eisini á, at tað er neyðugt at vera kvirrur, skalt tú
hoyra Guds rødd og hvíla í nærveru hansara.
• Eg perlan er av perlumóðri. Tann biðjandi skal síggja seg sjálvan við Guds
eygum – menniskjað er skapt í Guds mynd, men eisini við longsli eftir Gudi.
• Dópsperlan vísir, at tann biðjandi má lata seg yvir í Guds hendur, verða
sum børnini, hava álit á Gudi og lívinum.
• Oyðimarkarperlan minnir á, at menniskja gjøgnum alt í lívinum búnast,
verður reinsað og fær álit á Gud.
• Ekkaloysisperlan vísir, at menniskju finna gleði og frælsi í áliti á Gud hóast
umstøður.
• Tær báðar kærleiksperlurnar umboða Guds kærleika til menniskju við
Jesusi Kristi og menniskjans svar til Guds kærleika.
• Tær tríggjar loyndarmálsperlurnar vísa, at Gud kennir øll loyndarmál, alla
tráan og allar hugsanir menniskjans.
• Náttarperlan er mynd av Guds fráveru, og ein ímynd av tómleika og reinsan.
• Uppreisnarperlan vísir á uppreisn likamsins og lív, halgan og læru.
Lagt verður eisini upp til, at tann einstaki kann knýta ávísar bønir ella
skriftstøð til ta einstøku perluna ella biðja ta sokallaðu Jesubønina til hvørja
perlu: Harri Jesus Kristus, Guds Sonur (meðan anda verður út) miskunna mær
(meðan anda verður inn). Valt kann eisini vera at hugsavna seg um tær perlur,
ið siga tí einstaka mest í støðuni, hann er í.
Til ber at finna sang/sálmaørindi ella bíbliuørindi at stuðla undir tað, hvør perla
ímyndar. Við nýggju teletøknini ber eisini til at fáa kristuskransin talgildan og
á tann hátt nýta hann til bøn, meditiatión og hvíld.