114
Trúgv og menningarlæra
Í USA hevur verið mikið kjak millum tey, ið hella til menningarlæruna hjá
Darwin, og tey, ið hella til ein guddómligan skapara handan alt. Hvørgin
partur heldur, at kristindómur og læra Darwins kunnu sameinast.
Ikki øll eru samd um, at náttúruvísindi er í andsøgn við átrúnað.
Nú á døgum, hálvaaðru øld eftir Darwin, verður framvegis kjakast um munin
millum trúgv og vitan, men átrúnaður hevur enn sítt pláss í einum heimi, sum
áhaldandi kannar og loysir gátur vísindaliga. Tá ein gáta er loyst, koma aðrar
gátur at loysa. Soleiðis kann tað, vit í dag vita, broytast við nærri kanning og
geva okkum nýggja vitan í morgin.
Pátrúgv
Tá fólk í gomlum døgum upplivdi okkurt, ið onga natúrliga frágreiðing hevði,
gjørdu tey sær ein frágreiðing, sum ofta einki hevði við veruliga fyribrigdi at
gera. Tað er menniskjum íborið at vilja vita og vilja hava svar. Tað er best, um
tað, ið viðurferst, hevur onkra orsøk og ikki hendir, sum best ber til.
Ymisk pátrúgv
Ein partur av pátrúgv er at fyribyrgja, at onkur ólukka hendir. Kend eru
fyribrigdi sum at spýta, um ein svørt ketta fer yvir um vegin. Svørt ketta,
ið fer yvir um vegin, boðar frá onkrum ringum, men spýtir tú, so er tað
fyribyrgjandi. Summi krossa fingrar fyri eydnu, bæði fyri sær sjálvum og
øðrum. Sjey, nýggju, trettan siga summi til tess at fyribyrgja vanlukku. Trettan
verður ofta hildið at vera eitt óeydnistal, men sjey og nýggju eru eydnutøl, ið
viga upp ímóti. Onnur banka upp undir borðið, um tey halda seg hava tikið
ov rívan til um okkurt gott. Tað kundi verið ein útsøgn sum:
Nú eri eg frísk,
banka upp undir borði,
alt meðan tú bankar.
Pátrúgv nú á døgum
Í okkara parti av heiminum eru fólk ikki so bundin av pátrúgv sum fyrr. Fólk
hava vitan, ið ikki var atkomulig fyrr í tíðini. Tó hugtekur hugsanin okkum
um, at menniskjað ikki hevur loyst allar gátur, og at til er ein heimur, ið er
okkum ókendur. Fólk fáast enn við stjørnuspáfrøði, talspáfrøði, dulskygni og
annað. Summi byrja einki nýtt fríggjadag, og summi skip byrja ikki nýggjan
túr fríggjadag. Fyrr í tíðini og kanska enn, verður ikki bundið upp á sjófólk
millum jól og trettanda. Tað er eisini væl kent, at ávísir steinar ikki mugu
spreingjast burtur, tí teir eru íbygdir.
Upplýsingartíðin og Immanuel Kant
Við upplýsingartíðini,1600 til 1800 e.Kr., fingu granskarar meira nágreiniliga
vitan enn áður. Eitt nú læran um heimin var fyri stórari broyting, tá til bar at
sigla langar leiðir. Fólk fóru at meta um trúvirðið í øllum møguligum, eisini
Bíbliuni. Royndir og prógv fingu alsamt størri týdning, tá metast skuldi um
sannleikavirði.