Kristni 9 - Lærarabók - page 119

119
Kap. 14 - List og leikur
Í dag er eingin spurningur um orgultónleik í kirkjunum, men heldur um rætt
er at framføra rútmiskan tónleik innan hesar dyr. Tað eru tey, ið halda, at hesin
tónleikur ikki hoyrir heima innan kirkjudyr, meðan onnur einki skeivt síggja
í hesum.
Í fleiri samkomum verður alt størri dentur lagdur á góðan felagssang og kórsang.
Í fleiri førum luttaka tónleikarar við klaver- og gittarspæli. Eisini onnur ljóðføri
kunnu hava sín leiklut eitt nú trummur, harmonika, strúki- og blásiljóðføri.
Johann Sebastian Bach
Kendir tónasmiðir hava skrivað hópin av vøkrum tónaverkum ætlað
framførslum í stóru kirkjunum. Ein kendur tónasmiður frá barokktíðini,
1600-1750, var Johann Sebastian Bach (1685-1750).
Bach var organistur í týska býnum Arnstadt. Her var funnist at honum, tí
tónleikurin, hann spældi, var øðrvísi, enn tey vóru von við. Men seinni kom
fram, at tey ikki skiltu, at her var talan um ein av heimsins bestu tónasmiðum.
Bach tónsetti hópin av góðum verkum. Góðskan í tónaverkum hansara er
framúr, og tað mugu vera fáir tónleikarar, ið ikki onkuntíð hava spælt okkurt
av verkum hansara.
Seinni fekk Bach starv sum hofforganistur í Weimar, har hann seinni varð
útnevndur til hoffkonsertmeistara. Tað er hesa tíðina, at hann skrivar fleiri av
verkum sínum.
Bach verður ofta í tónleikabókmentum nevndur “Hin fimti evangelisturin”.
Kristniboðanin í tónaverkum hansara er beinleiðis og vælskiljandi.
Ímyndir
Nakrar ímyndir, ið ikki eru í bókini.
Lamb
Lambið ímyndar Jesu gerningar. Henda
ímynd sæst eisini við krossi ella sigursmerki
á lambinum. Tá vísir hon á Jesu líðing.
Træ
Træið er ímynd av lívinum. Við krúnu í
himli og rótum í jørðini ímynd av tí andaliga
og tí likamliga og av sambandinum ímillum
himmal og jørð. Træið verður eisini nýtt
sum ímynd av uppreisn og ævigum lívi.
Fiskur og breyðkurv
Elsta ímynd av heilagu kvøldmáltíðini. Vísir
eisini til frásøgnina, tá Jesus mettaði fimm
túsund,
Mark 6,33-43
Sólin
Sum Guds kærleiki er sólarljósið treytaleyst,
Gud letur sól sína rísa fyri illum og góðum,
úr
Matt 5,45
Stjørna
Stjørnan vísir á stjørnuna yvir Betlehem, ið
boðaði frá Jesu føðing og vísti vísmonnunum
leið til fjósið.
Alfa og omega
Alfa og omega eru fyrsti og síðsti bókstavur
í grikska bókstavaraðnum, ein ímynd av
Jesusi, ið altíð hevur verið og altíð vil vera
til staðar.
Eg eri Alfa og Omega, upphavið og
endin,
úr Opb 21,6
1...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...148
Powered by FlippingBook