122
Leikur
Í fornøldini fyri um 2500 árum síðani var vanligt í Grikkalandi at spæla
sjónleik. Sjónleikarar stóðu á palli og samskiftu, eisini við kropsmáli, meðan
hendingin fór fram.
Leiklistin hevur ment seg gjøgnum árini. Leikhandrit kunnu sammetast við
bókmentir, men í fyrstu syftu eru tey ikki skrivað til at verða lisin, men til at
verða sædd.
Við livandi sjónleikarum, búnum, palllýsing, dansi og sangi, ljóði og ljósi
kemur ætlanin við handritinum fram.
Leiklistin er undirhald. Og tað eru ikki bert yrkisleikarar, ið royna seg á palli.
Hópin av áhugaleikarum royna seg eisini við góðum úrsliti.
Sangleikir
Andrew Lloyd Webber, sangleikatónaskald, er føddur í London í 1948.
Saman við rithøvundanum Tim Rice, framleiddi hann fleiri væl umtóktar
leikir í 1970-unum og 1980-unum. Fyrsta stóra frambrot teirra var
“Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið”. Av verkum, teir seinni framleiddu,
kann nevnast “Jesus Christ Superstar”, ið varð plátuinnspældur, áðrenn
hann kom á pall. “Jesus Christ Superstar” var fyrsta rock opera, ið spæld varð.
Seinni vórðu hesir báðir sangleikir lagaðir til film. Fleiri kendir filmsleikarar
høvdu leiklutir í filmunum.
Sangleikurin “Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið” byggir á søguna í Gamla
Testamenti um Jósef, yngsta son Jákups, ið øvundsjúku beiggjarnir seldu
til Egyptalands. Har gerst hann stórur maður av góðu evnum sínum at týða
dreymar. Seinni bjargar hann øllum sínum undan hungursneyð.
Á vári 2004 framførdi Føroya Studentaskúli sangleikin “Jósef og ótrúliga
litfagra dreymakotið” í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.
Sangleikurin “Jesus Christ Superstar” snýr seg um síðstu dagar Jesu á fold.
Sambandið millum Judas og Jesus kemur sjónliga fram. Fólkið sær Jesus sum
Gud. Men Judas sær fyri sær, at hetta verður ein trupulleiki.
Í leikinum hitta vit øll tey, ið vilja hava Jesus beindan av vegnum, tí hildið
verður, at hann spottar Gud. Viðhaldsfólk Jesu eru til reiðar at berjast ímóti
rómverska yvirvaldinum, men Jesus heldur ikki, at rætt verður farið fram.
Søgan snýr seg fyrst og fremst um sambandið ímillum Jesus og Judas, men
Maria Magdalena hevur eisini sín leiklut.
Á heysti 2010 var “Jesus Christ Superstar” framførdur í Norðurlandahúsinum í
Tórshavn. Hetta var ein felags verkætlan millum Studentaskúlan í Hoydølum,
Tórshavnar Musikkskúla og Tekniska Skúla.
Nevnast kann, at Andrew Lloyd Webber í samstarvi við aðrar rithøvundar
hevur verið við í framleiðsluni av kendum sangleikum, ið støðugt verða
spældir í stórum leikhúsum í nógvum londum. Nevnast kunnu “Cats”,
“Starlight Expres” og “The Phantom of the Opera”. Harafturat hevur hann
framleitt filmstónleik.