Kristni 9 - Lærarabók - page 115

115
Kap. 13 - Hugvísindi og náttúruvísindi
Immanuel Kant (1724-1804) var ein av stóru heimspekingunum í upp­
lýsingartíðini. Hann segði, at vit kunnu ikki hugsa á sama hátt um øll lívsins
viðurskifti.
Vit mugu hugsa á ymiskan hátt
• Tá vit granska náttúruligar umstøður
• Tá vit skulu gera av, hvat er rætt ella rangt
• Tá vit meta um list, tónleik og mentan
• Tá vit viðgera átrúnaðarligar spurningar
Sambært Kant ráddi tað um at vísa virðing fyri hvørjum øðrum. Tað er
eisini í tráð við tankarnar hjá Immanuel Kant, tá sagt verður, at átrúnaður
og politikkur ikki eiga at tvinnast saman. Immanuel Kant hevur sagt hetta:
Ber teg altíð soleiðis at, at tú kundi viljað, at tín gerð varð gjørd til almenna lóg, og
menniskjað má altíð vera eitt mál í sær sjálvum, ongantíð einans eitt endamál at
náa øðrum máli.
1...,105,106,107,108,109,110,111,112,113,114 116,117,118,119,120,121,122,123,124,125,...148
Powered by FlippingBook