Kristni 9 - Lærarabók - page 105

105
UPPSKOT
Samandráttur
• Humanisma kemur av latínska orðinum “humanus”,
ið merkir menniskjaligur
• Humanisma setur menniskjað í miðdepilin
• Humanisma var ávirkað av fornøld, miðøld og
renessansu
• Eksistentialisma lýsir grundkor og umstøður í
tilveru menniskjunnar
• Eksistentialisman kyknaði eftir seinna
heimsbardaga
• Kendir eksistentialistar eru Jean Paula Sartre og
Søren Kierkegaard
• Jean-François Lyotard segði, at tá post­
modernisman kom, doyði tann stóra søgan
Spurningar
1. Hvussu passar kardumummulógin við manna­
rættindi?
2. Hvat í brotinum um humansimu heldur tú sæst
aftur í málninginum “Maðurin verður skaptur”
á bls. 144 ella snar.fo/kristni9
3. Berið saman Mark 12,28-31 við brotið úr
ST-sáttmálanum um mannarættindi á bls. 145.
Hvat líkist, og hvat víkur frá?
4. Hví mundi eksitentialisman kykna eftir seinna
heimsbardaga?
5. Hvørjar spurningar reisir brotið úr bókini “Onki”
á bls. 149? Hvat merkir til dømis tað, at okkurt er
tað sama sum onkur?
6. Á hvønn hátt stuðlar ella mótsigur brotið úr
Prædikaranum á bls. 149 hugsan Pierre Anthons?
7. Hvussu ávirkaði avgerð Pierre Anthons restina av
flokkinum?
8. Hvussu sæst postmodernisma í nútíðar samskifti
millum fólk?
Hvussu arbeiðast kann við 11. kapitli:
• Tosa um eksistentialismu sum hugtak.
• Svara hesum spurningum: Eru menniskju fræls, og
kunnu vit sjálv velja okkara lív?
• Hava øll menniskju ábyrgd av sínum lívi?
• Bera saman svarini. Hvat líkist, og hvat víkur frá?
• Tá vit grunda yvir lívsins meining, hvønn týdning
hevur tað so, at vit hoyra til ein átrúnað?
Kapittul 11
Ásko anir
og rák
1...,95,96,97,98,99,100,101,102,103,104 106,107,108,109,110,111,112,113,114,115,...148
Powered by FlippingBook