98
Fjórða bøn – Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!
Tað er: Guð gevur væl dagligt breyð, eisini uttan bøn okkara, enntá øllum
óndum menniskjum; men vit biðja í hesi bøn, at vit mega meta tað og taka
ímóti okkara dagliga breyði við tøkk.
Hvat meinast so við dagligt breyð?
Alt tað, ið okkum tørvast til lívsins uppihald, til dømis matur, drekka, klæði,
skógvar, hús, heim, mark, fæ, peningur, góðs, góður hjúnafelagi, góð børn,
góð arbeiðsfólk, góð trúføst yvirvøld, gott stýrislag í landinum, gott veðurlag,
friður, heilsa, góðir siðir, æra, góðir vinir, trúgvir grannar og tesslíka.
Fimta bøn – Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva
teimum, ið móti okkum synda!
Tað er: Við biðja í hesi bøn, at himmalski faðirin ikki vil líta at syndum okkara
og fyri teirra skuld sýta bøn okkara. Tí vit eru einkis verð av tí, sum vit biðja
um, og eiga tað heldur ikki uppiborið; men vit biðja, at hann vil geva okkum
alt samalt av náði, tí at vit synda dagliga nógv og eiga einki annað at fáa uttan
revsing. So vilja vit eisini av hjarta fyrigeva og fegin gera væl ímóti teimum, ið
gera illa ímóti okkum.
Sætta bøn – Og leið okkum ikki í freistingar!
Tað er: Guð freistar væl ongan, men vit biðja í hesi bøn, at vil varða og verja
okkum, fyri at djevulin, heimurin og hold okkara ikki skulu svíkja okkum ella
villa okkum til vantrúgv, vónloysi og aðra vanvirðiliga synd og last, men um
vit soleiðis verða freistað, at vit kortini til síðst mega vinna og fáa sigur.
Sjeynda bøn – Men frels okkum frá tí illa!
Tað er: Vit biðja í hesi bøn sum undir einum, at himmalski faðirin vil frelsa
okkum frá alskyns illum til likams og sálar, ognar og æru, og til síðst, tá ið
okkara tíð kemur, veita okkum eina sælu burturferð og av náði taka okkum
frá hesum neyðardali til sín á himni.
AMEN!
Tað er: At eg skal vera vísur í, at hesar bønir eru himmalska faðirinum væl
toknaðar og av honum bønhoyrdar; í hann hevur sjálvur boðið okkum at biðja
soleiðis og lovað, at hann vil bønhoyra okkum. Amen, amen! tað merkir: Ja,
ja, tað skal soleiðis verða.
Bønalív
Í flestu átrúnaðum er bøn ein týðandi partur av sambandinum ímillum tann
trúgvandi og guddómin, ið knýttur er at hesum átrúnaði. Bønin kann verða
framborin við ella uttan orð, saman við øðrum menniskjum ella einsæris.
Endamálið við bønini kann vera ymiskt eitt nú at takka, lovprísa, tilbiðja,
harmast, ynskja ella at biðja fyri onkrum. Tað er eisini ógvuliga ymiskt, hvussu
bønin verður biðin, alt eftir hvønn átrúnað talan er um, og hvør mentan og
siður er galdandi í hesum ávísa øki.
Í kristnari siðvenju er tað at biðja at venda sær til Guds. Tað er ymiskt, hvussu
hetta verður gjørt. Tað kann vera við ella uttan orð, við ávísum vendingum