Kristni 9 - Lærarabók - page 103

103
Kap. 10 - Bøn og meditatión
• Komu heilaga andans,
Áps 2,1-12
• Maria moy verður tikin upp til himmalin, soleiðis skulu øll verða gjørd
livandi í Kristi,
1. Kor 15,20-23
• Maria moy verður krýnd himmaldrotning, og stórt tekin kom til sjóndar á
himni,
Opb 12,1-10
Trúarjáttanin
Eg trúgvi á Guð Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.
Eg trúgvi á Jesus Kristus, Guðs einborna son, váran Harra,
sum er gitin av heilagum anda, borin í heim av Mariu Moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum,
farin til Himmals, sitandi við høgru hond, Guðs Faðirs, hins alvalda,
haðani hann kemur at døma livandi og deyð.
Eg trúgvi á heilagan anda, eina heilaga katólska kirkju,
samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir.
Amen!
Faðirvár
Faðir vár, tú, sum ert í himnum!
Heilagt verði navn títt;
komi ríki títt;
verði vilji tín, sum í himni, so á jørð;
gev okkum í dag okkara dagliga breyð;
og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum,
ið móti okkum synda;
og leið okkum ikki í freistingar;
men frels okkum frá tí illa;
tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir!
Amen
Heil verið tú, Maria
Heil verið tú, Maria, full av náði, Harrin er við tær.
Vælsignað ert tú millum kvinnur,
og vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus.
Heilaga Maria, móðir Guds,
bið fyri okkum syndarum,
nú og á deyðastund okkara.
Amen.
Lovprísan eftir hvørt lið í kransinum
Heiður verið faðirinum, soninum og heilaga andanum, sum tað var í upphavi,
soleiðis nú og altíð og um allar ævir.
Amen
Kristuskransurin
Kristuskransurin, eisini nevndur trúarperlurnar, er perluband, ið svenski
biskupurin Martin Lönnebo kom fram við í 1995. Biskupurin sat í fleiri dagar
veðurfastur á einari grikskari oyggj. Har eygleiddi hann útróðrarmenninar, ið
sótu við perlukransi í hond. Her fekk hann hugskotið til kristuskransin.
1...,93,94,95,96,97,98,99,100,101,102 104,105,106,107,108,109,110,111,112,113,...148
Powered by FlippingBook