Kristni 9 - Lærarabók - page 108

108
Vit kunnu skilja ímillum tvey sløg av eksistentialismu. Antin hevur tað størstan
týdning,
hvussu okkurt er
, essensur, ella hevur tað størstan týdning,
at okkurt er
,
eksistensur.
Tey, ið siga, at tað er av størri týdningi, hvussu okkurt er, halda, at ein meining
er við lívinum, ið er ásett frammanundan, og at ein Gud er handan alt.
Um tú heldur, at tað hevur størri týdning, at okkurt er, setur tú menniskjað,
teg sjálvan, í miðdepilin. Tú skalt við tínum valum og gerðum skapa tær tína
tilveru og tín samleika.
Hetta hevur volt mongumhøvuðbrýggj. Umeksistensur ikki er frammanundan,
men verður til í og við einstaka menniskjanum, so ber ikki til at siga, hvat eitt
gott lív er, ella hvat er virðismikið og týdningarmikið.
Eksistentialisma og postmodernisma
Tíðin, ið nú er, verður ofta rópt postmodernaða tíðin, av tí at vit nú síggja tær
avleiðingar, ið komu við modernaða rákinum, vit í tíggjutals ár hava havt.
Úrslitið, halda mong, er, at samfelagið ikki er so einsháttað longur, men meira
sundurpettað og óstøðugt.
Eksistentialisman, ið sær menniskjað sum einstakling og ikki sum part av
størri heild, passar væl við postmodernaða hugsan um samfelagið.
Tað eru ikki allir postmodernistar, ið eru so harmir um hesa gongd, og halda
tað ikki verða ein trupulleika, at tann stóra søgan er farin fyri bakka.
1...,98,99,100,101,102,103,104,105,106,107 109,110,111,112,113,114,115,116,117,118,...148
Powered by FlippingBook