113
UPPSKOT
Samandráttur
• Hugvísindi er læran um mál, mentan, list og
átrúnað
• Náttúruvísindi er læran um alisfrøði, evnafrøði,
jarðfrøði, plantufrøði og djórafrøði
• Hugvísindi letur seg ikki prógva á sama hátt sum
náttúrufrøði
• Stór broyting fór fram á vitanarøkinum í
1600-talinum
• Tíðin millum 1600 og 1800 verður nevnd
upplýsingartíðin
• Charles Darwin kom í 1859 við sínum ástøði um,
at alt lív er úrslit av menning
Spurningar
1. Til hvørja vísindi hoyra tekstirnir um rósuna
á bls. 164 og hví?
2. Nevn nakrar grundir til, at meira pátrúgv var fyrr
í tíðini.
3. Lesið Jóh 1,1-5. Hvat verður sagt um skapanina?
Hvussu arbeiðast kann við 13. kapitli:
• Tosa um, hvat næmingarnir skilja við orð sum
vitan og trúgv.
• Leita í orðabók. Hvussu mong orð finnur tú, har
trúgv, trú- ella trúar- er fyrsti liður? Hvussu mong
finnur tú, har trúgv er seinasti liður? Hvat hava
hesi við trúgva at gera?
• Vit kunnu uppliva umheimin upp á ymsar mátar:
eygleiða, greina, skipa, merkja, uppliva, droyma,
njóta, kenna og undrast.
• Lýsa eitt fjall, eini hús, eitt fólk, ein sang og eitt
hjarta eftir hesum leisti.
• Tosa við næmingarnar um ymsa pátrúgv. Hvør
máttur stýrir pátrúgv?
Orðabókin hevur mong orð har har trúgv, trú- ella
trúar- er fyrsti liður. Eisini eru fleiri orð, har trúgv er
seinasti liður. Í nettøku orðabókini hjá Sprotanum ber
til at leita við at seta eina stjørnu eftir fyrsta lið, tá
tú leitar. Vilt tú vita, hvussu mong orð hava trúgv sum
seinasta lið, setur tú eina stjørnu fremst.
Kapittul 13
Hugvísindi og
náttúruvísindi