Kristni 9 - Lærarabók - page 106

106
Humanisma
Tað er ymiskt, hvat verður lagt í orðið humanismu og tað at vera humanistur.
Felags er tó, at menniskjavirði er hægst av øllum. Menniskjavirði skapar
siðalæru, lívsførslu, samfelagsskipan o.s.fr. Menniskjavirði er uttan mun til
fólkaslag, kyn, samfelagsstøðu og annað.
Talan kann vera um tvinni sløg av humanismu, halda summi. Verðslig
humanisma førir fram, at menniskjað er partur av náttúruni, men tann
virðismiklasti, vit vita um.
Átrúnaðarlig humanisma sigur, at menniskjað hevur serligt virði, av tí at tað
hoyrir til hægri lívsordan ella er guddómligt.
Átrúnaðarlig humanisma kann merkja, at mannasálin hevur óendaligt virði.
Onnur merking er, at menniskjað bert hevur óendaligt virði vegna Guds
óendaliga kærleika.
Sokrates
Heimspekingurin Sokrates, ið livdi í Grikkalandi frá 469 f.Kr.-399 f.Kr., helt,
at av tí, at menniskjað dugdi at skyna á, hvat gott og rætt var, so fór tað eisini
at gera tað góða og rætta.
Tað galt um at seta sær sjálvum og øðrum rættar spurningar. Spurningarnir
kravdu svar. Svarini settu síðan nýggjar spurningar. Soleiðis noyddi Sokrates
fólk at hugsa sjálv og ikki lata seg ávirka av fordómum ella meiningum hjá
øðrum. Hetta varð ikki væl dámt av øllum. Sokrates var ákærdur fyri at vraka
gomlu gudarnar og fyri at spilla ungdómin.
Sokrates var dømdur til deyða við at drekka eiturbland. Sokrates legði eingi
skrift eftir seg, so tað mesta, vit vita um hann, vita vit frá samtíðarmanninum
og heimspekinginum Platon. Sokrates skal hava sagt, at tess meir hann visti,
tess meir visti hann, at hann einki visti. Eisini skal hann hava sagt: Lat tann,
sum vil broyta verðina, fyrst broyta seg sjálvan.
Tveir kendir menn frá renesansuni
Leonardo da Vinci og Michelangelo eru nú á døgum best kendir sum
listamálarar. Tá teir livdu, vóru teir líka nógv kendir sum vísindamenn og
menniskjakennara. Sum so mangir aðrir humanistar vóru teir áhugaðir
í menniskjanum í síni heild og ikki bert tí partinum, ið hevði við átrúnað
at gera. Teir vóru væl kendir við læruna um mannalikamið og læruna um
alheimin frá gomlu grikkunum og rómverjunum.
Michelangelo nýtti ofta tilburðir í Bíbliuni sum myndevni í sínum verkum.
Ein hin kendasti málningur hansara er Skapanin. Á tí myndini síggja vit Gud
rætta Ádami hondina.
Í hesi mynd leggur listamálarin áherðslu á, at júst við at geva Ádami lívsneista
gevur Gud Ádami ein frían vilja og framíhjárættindi at velja sína egnu leið.
Vert er at leggja til merkis, at Ádam og Gud hava eins likam, væl bygt og
sterkt. Ádam varð skaptur í Guds mynd. Mangir listaummælarar halda hetta
1...,96,97,98,99,100,101,102,103,104,105 107,108,109,110,111,112,113,114,115,116,...148
Powered by FlippingBook