107
Kap. 11 - Áskoðanir og rák
sipa til 1. Mós 1,26: Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara
mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins
fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum
skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!«
Petrarca
Ein humanistur í 14. øld var yrkjarin Francesco Petrarca (1304-1374). Hann
livdi í eini broytingartíð bæði andaliga og materielt. Petrarca virkaði serliga
fyri at sameina kristnu læruna við tankarnar hjá Sokratesi og samtíðarmonnum
hansara, eitt nú tankarnar um menniskjalívið við tess trupulleikum og um
rangt og rætt. Vit kunnu siga, at hetta førdi til tað, vit nú á døgum kalla
humanismu.
Av tí at Petrarca skrivaði ein hóp av brøvum til vinir og kenningar og var
ógvuliga nágreiniligur í tí hann skrivaði, so fekk eftirtíðin holla vitan um
Petrarca og um tíðina, hann livdi í.
Erasmus frá Rotterdam
Erasmus frá Rotterdam (1469-1536) var kendur heimspekingur og humanistur.
Hann umsetti Nýggja Testamenti úr grikskum til latín. Henda umseting var
nógvastaðni øðrvísi enn tann, katólska kirkjan nýtti.
Erasmus hevði at pávaveldinum og tí, ið katólska kirkjan gjørdi, eitt nú at
dýrka halgimenni og selja avlátsbrøv.
Mótsett Martini Luther, ið vendi katólsku kirkjuni bakið, vildi Erasmus, at
kirkjan skuldi broytast innanífrá. Hóast Erasmus var humanistur, so var hann
katolikkur alt lívið.
Við upplýsingartíðini frá um ár 1700 kom stríð millum humanismu og stat,
kirkju og tey ríku. Í hesi tíðini spratt ein tráan eftir frælsi og rættindum saman
við upplýsing og tolsemi.
Erasmus frá Rotterdam skal hava sagt, at hugsar tú bert um tað, tú átti at gjørt
og um tað, tú vónar fer at henda, so gert tú tað ikki, og tað hendir heldur ikki.
Eitt annað sitat er hetta: Kveik ljós, og myrkrið hvørvur av sær sjálvum.
Voltaire
Fransmaðurin Voltaire (1694-1778) er ein annar kendur humanistur frá hesi
tíðini. Hann stríddist meginpartin av lívinum fyri prentfrælsi og trúarfrælsi.
Sjálvur trúði hann, at handan skapanarverki var ein skapari, men hann
mótmælti, at staturin ella kirkjan skuldi ráða fyri, hvørjum fólk trúðu.
Eksistentialisma
Eksistentialisma er ein rætningur innan heimspeki. Hvør ætlanin við lívinum
er, svarar átrúnaður. Heimspeki svarar ongum, hon setur spurningar. Sambært
eksistentialismu er tað so, at meiningin við lívinum er tað, ið kemur sum fylgja
av tí vit velja.