Kristni 9 - Lærarabók - page 102

102
Tá friður so er fallin á, byrjar meditatiónin av álvara. Budda verður í huganum
boðin at sita framman fyri viðkomandi og hyggja inn í hjarta, har hægstu
ynskir liggja goymd. Alt verður lagt fram fyri Budda, og biðið verður um
vælsignilsi og væntað verður, at hetta verður einum givið.
Hjá mongum kennist hetta sum uppliving, ið gevur orku at hjálpa og gleða
onnur menniskju og sostatt gera ein sjálvan eydnusamari.
Á okkara leiðum verður meditatión ofta javnsett við fimleik.
Rósukransurin
Rósukransurin er perlukransur við krossi. Kransurin er býttur í fimm partar
við 10 perlum, og ímillum hvønn partin er ein stór perla. Tilfarið í kransinum
er ikki avgerandi. Tað fáast bæði bíligir og kostnaðarmiklir kransar.
Byrjað verður við krossinum, har trúarjáttanin verður biðin. Við tær stóru
perlurnar verður biðið Faðirvár og við tær smáu perlurnar
Heil verið tú, Maria.
Við hvørja tíggjundu perlu er lovprísan til
faðirin, sonin og heilaga andan
.
Tá ið biðið verður leita tankarnir til Jesus og Mariu moy og til ymiskt, ið
teimum var fyri. Hesar hendingar verða nevndar loynidómar.
Gleðiligir loyndardómar
- verður gjarna biðin mánadagar og leygardagar
• Boðskapur Gabriels til Mariu,
Luk 1,26-38
• Vitjan Mariu hjá Elisabeth,
Luk 1,39-56
• Jesu føðing,
Luk 2,1-21
• Jesus verður borin fram í templinum,
Luk 2,22-38
• Jesus verður afturfunnin í templinum,
Luk 2,41-52
Pínufullir loyndardómar
- verður vanliga biðin týsdagar og fríggjadagar
• Jesu deyðsangist í Getsemane,
Luk 22,39-44
• Jesus verður húðflongdur,
Jóh 19,1
• Jesus verður tornakrýndur,
Jóh 19,2-3
• Jesus ber kross sín,
Jóh 19,17
• Jesus verður krossfestur og doyr,
Jóh 19,18-37
Ljósir loyndardómar
- verður vanliga biðin hósdagar
• Jesus doyptur í ánni Jordan,
Matt 3,13-17
• Jesus í brúdleypi í Kána,
Jóh 2,1-11
• Jesus prædikar um Guds ríki,
Mark 1,14-15
• Jesu fjallatala,
Luk 9,28-36
• Jesus innsetur heilagu kvøldmáltíðina,
Matt 26,26-29
Dýrdarríkir loyndardómar
- verður vanliga biðin mikudagar og sunnudagar
• Jesu uppreisn frá deyðum,
Jóh 20,1-10
• Jesu himmalferð,
Áps 1,9-11
1...,92,93,94,95,96,97,98,99,100,101 103,104,105,106,107,108,109,110,111,112,...148
Powered by FlippingBook