Kristni 9 - Lærarabók - page 92

92
Niðara helvtin er mótsett hini ovaru. Her livir menniskjað í líðing og pínu.
Yama sæst á niðaru helvtini halda einum spegili, sum vísir, at líðingin og
pínan er úrslit av tínum sjálvsøkna lívi. Men Budda er eisini har við eldsloga í
hondini, sum ímyndar reinsan. Tað merkir, at tað ber til at verða fríaður.
Budda og læra hansara
Ímyndin av Budda er ein tóm kongstrúna, ið merkir, at Budda er andligur
heimsleiðari. Ein hjørtur er ímyndin av teirri fyrstu prædikuni, hann helt í
djóraparkini við Sarnath í Norðurindia. Ein leyva ímyndar, at læra Budda
onkuntíð verður nevnd “Ýl leyvunnar”.
Fótaspor Budda
Ein av elstu ímyndunum eru fótaspor Budda. Mangastaðni, har tey eru at
síggja, siga sagnir, at tey eru til minnis um, at her plantaði Budda sína læru.
Tærnar eru eins til longdar, og ofta er ilin prýdd við einum dharmahjóli.
Lotusblóman
Í buddistiskari siðvenju ímyndar lotusblóman vísdóm og reinleika. Buddistisk
frásøgn sigur, at lotusblómur vuksu í fótasporum Budda. Hóast lotusblóman
veksur í gruggutum vatni, so rættir sera vakra blóman seg móti ljósinum.
Tað ímyndar í buddistiskari siðvenju ta menning, eitt menniskja fer ígjøgnum
sum buddistur. Flestu standmyndir av Budda standa á eini lotusblómu, og á
mongum myndum sæst Budda standa á eini lotusblómu.
Mahayanabuddistar tulka hesa ímynd so, at sjálvt tann ússaligasti kann blóma
og gerast ein bodhisattva.
Svastika
Bæði hinduar og buddistar nýta teknið svastika, ið er almenn indisk ímynd
av ævinleika, sannleika og eydnu. Hitler nýtti sama tekn í síni herferð undir
seinna veraldarbardaga, men týdningurin var als ikki hin sami.
Myndir og standmyndir av Budda
Sum tíðin leið, komu myndir og standmyndir av Budda. Tær kundu vera
ymiskar í útsjónd. Onkutíð sæst ein rak Budda. Tá ímyndar hann tíðina sum
asketur. Viðhvørt er hann væl í holdum og flennandi. Tá ímyndar hann ein
Budda, Maitreya, ið ikki er føddur enn. Hann verður tann fimti av íalt túsund
Buddaum. Um Budda er avmyndaður við hálvopnum eygum, merkir tað, at
hann hevur stóran kunnleika um seg sjálvan, men at hann eisini sær øll onnur.
Smílist Budda, merkir tað, at hann hevur skilt lívsins loyndarmál. Hevur hann
long oyru, merkir tað, at hann einaferð livdi eitt lív í yvirflóð og hevði tungar
oyrnalokkar. Eisini merkir tað, at hann lurtar eftir øllum, ið hava okkurt at
siga honum. Hevur hann langar armar, merkir tað, at hann rættir hjálpandi
hendur út til teirra, ið hava hjálp fyri neyðini.
Tær elstu myndirnar, ið eru gjørdar ein 5-600 ár eftir deyða Budda, eru
møguliga ávirkaðar av grikskari list um somu tíð. Henda listagrein er nevnd
Gandhara list eftir einum øki í núverandi Útsynningspakistan og Afghanistan.
1...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...148
Powered by FlippingBook