86
Kvøða til Victor Danielsen
Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,
sum alt gav fyri hugsjónir tínar,
eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var
millum hugmyndir tínar og mínar.
Tí ymiskt var mið, vit vegaðu slóð
og ei viku for ørvaroddum,
tú bar guðsmerki – eg andsmentans kyndil –
óræddur mót heljarbroddum.
Vit lærdu báðir til sama starv,
men báðir slitu vit tjóðrið,
tó atvoldin tín var mótvegis mín,
og við hvør sínum fari vit fóru.
Tú setti mót stjørnum og himni kós,
heim farm av guðsboðum tú hevði;
eg barlast av iva og fedranna mentan,
eg ytst út á oyðuna legði.
Tú akker læt falla á bíbilska grund,
sum ikki í stormi dró;
ivaleysur og sálartryggur
sum stríðsmaður Harrans tú stóð.
Av botnleysum djúpum einsamallur
meg mátti um streingin rógva,
tá lýsti til landa meg andans viti
um ivans brotasjógvar.
Tú hevði eydnu og sálarbót
sum Harra tíns tænari vunnið.
Men eg havi funnið sálarfrið,
tó ongan gud havi funnið.
Tú livdi eftir lyndi og læru,
tí sælur tú fór undir mold.
Var mið títt eitt lognbrá, so vann tú tó
títt dýrdarríki á fold.
Hin fremsti í víngarði Harrans tú var
og bjargaði sálum úr vanda;
eingin er maður í mansins stað,
so djúpt tíni fótaspor standa.
Eitt stórmenni, ápostul og skald
við tær av fold er farið,
tú bíbil og sálmabók føroyingum gav,
tær verða tín minnisvarði!
Pól F. Joensen