87
Victor Danielsen
Victor Danielsen er ímillum teir føroyingar, ið seint fara at verða gloymdir. Ikki
av tí at so nógv er skrivað um hann, men heldur av tí, at Victor setti so stórar
og týðandi varðar eftir seg.
Serliga er tað bókmentaliga arbeiðið, bíbliutýðingin og sálmabøkurnar, ið hava
fingið serligan týdning, ikki bert fyri Brøðrasamkomuna, men allar føroyingar.
Samtíðin
Samtíð Victors var merkt av stórum rembingum á málsliga og politiska
økinum. Tjóðskaparhugsjónin vaknaði, fólk fingu nýggjar vinnumøguleikar,
og ungdómsfeløg blómaðu. Fyrst í 1900-talinum kom ferð á bókaútgávur á
føroyskum, og í 1912 varð bókmentafelagið Varðin sett á stovn. Í 1921 gav
Varðin út fyrsta bókmentatíðarritið.
Um ár 1900 fór fram stór veking í føroyskum trúarlívi, og missiónsbólkar
innan kirkjuna og trúarbólkar, ið stóðu uttan fyri fólkakirkjuna, fingu stóra
undirtøku. Týdningarstørsti av síðstnevndu bólkunum var brøðrasamkoman,
ið Victor Danielsen hoyrdi til.
Føroyskt samkomu- og kirkjumál
Um hesa tíðina var almenna málið danskt eins og kirkjumálið, og mangir
prestar vóru danir. Mong eldri fólk høvdu ikki lært at lesa og skriva føroyskt.
Skuldu tey skriva okkurt til hvønn annan, var tað tí á donskum.
Teir, ið talaðu hjá brøðrasamkomuni, nýttu í høvuðsheitum føroyskt mál,
og sungið varð á føroyskum. Tað legði eitt ávíst trýst á onnur trúarsamfeløg
at kunna gera tað sama. Føroya Løgting viðgjørdi eisini fleiri fyrispurningar
ymsastaðni frá í landinum um at fáa føroyskt inn um kirkjugátt.
Tað lá Victori á hjarta at skriva so, at øll fólk, bæði leik og lærd, skuldu skilja
boðskapin. Tá hann umsetti Nýggja Testamenti í 1937, fýltist onkur á, at
týðingin lá so nær vanligum talumáli. Tað var við vilja, tí so kundu øll fólk
taka boðskapin til sín. Victor var málkønur maður. Tað sást í bíbliutýðingini,
ið seinni kom.
Í desember mánaði 1999 varð Victor Danielsen saman við Williami Heinesen
kosin til aldarinnar rithøvund av lesarum Dimmalættingar.
Einaferð skal Victor hava møtt skaldinum J.H.O. Djurhuus á Áarvegnum í
Tórshavn. Victor visti, at Janus kundi vera heldur bonskur í orð og tal. Tí
bað Victor innantanna til Guds:
Lat meg ikki svara aftur!
Bilsin og glaður varð
Victor, tá Janus legði hond sína á økslina á Victori og segði:
Victor, tað turdi
verið, at títt verk fer at liva longur enn mítt!
Victor Danielsen andaðist 2. februar 1961, 66 ára gamal.
Kap. 8 - Victor Danielsen