Kristni 9 - Lærarabók - page 93

93
Kap. 9 - Buddisma
Nakrar av størstu uttandura standmyndum av Budda eru í Afghanistan. Undir
islamska talibanstýrinum í 2001 vórðu fleiri teirra oyðilagdar. Hetta var tí, at
stýrið helt, at standmyndirnar vóru í stríð við islamska gudssýnið og islamska
myndaforboðið. Um júst hesar standmyndir er so nógv vitan til skjals, at til
ber at endurskapa tær.
Tónleikur og ljóð
Siðbundin buddisma nýtir í mestan mun mantra, heilag ljóð ella orð, ið verða
endurtikin upp í saman, hart ella innantanna. Við ljóðum og upplestri av
heilagum skriftum er málið at koma nærri nirvana.
Í Tibet brúka tey bæði trummur, bjøllur, blásiljóðføri og eitt ljóðføri, har tú
slært tvær metalplátur saman, ið geva ljóð.
Í buddistiskum tónleiki er ofta langur steðgur í tónleikaverkinum. Tað er tí,
at bæði ljóðið og tøgnin eru neyðug í meditatión. Hugsanin er ikki at verða
burtur í tónleikinum, men at verða heilt til staðar við øllum sínum hugsanum.
Chanting er eitt slag av sangi, ið buddistar nýta sum felagssang, tá teir eru
saman. Tá nýta teir trummur og klappa.
1...,83,84,85,86,87,88,89,90,91,92 94,95,96,97,98,99,100,101,102,103,...148
Powered by FlippingBook