100
Bøn í kristindómi
Bøn er fastur táttur í øllum kristnum samkomum og kirkjum. Ymiskt er, hvussu
bønirnar verða framførdar, alt eftir hvør biður, ella hvørja kirkju talan er um.
Fólkakirkjan nýtir ofta kirkjuligar liturgiskar, siðbundnar bønir. Bønin eftir
prædiku sunnudagar er forbøn fyri eitt nú menniskjum í neyð, fyri drotningini
og fyri teimum ráðandi. Inngangsbøn og útgangsbøn umframt trúarjáttanin og
faðirvár eru eisini fastir tættir í nærum øllum gudstænastum.
Annars er bønarfrælsi í kirkjum og samkomum. Bønin er tá knýtt at umstøðum,
hvør samkoman er, ella hvat møti, fundur ella stevna talan er um. Bønin kann
vera um daglig viðurskiftir, ynskir fyri einum sjálvum ella øðrum, ella talan
kann vera um andalig viðurskifti, tøkk ella bøn um hjálp í trongstøðu.
Bøn í jødadómi
Tað eru ymiskar trúargreinar innan jødisku trúnna. Í høvuðsheitum eru tríggir
bólkar av jødum, ortodoksir, konservativir og reformvinaligir. Tosað verður
tó eisini um ein fjórða bólk, teir sekulariseraðu jødarnar. Tað eru tey, ið leggja
stóran dent á at liva eftir tí, ið stendur í Toraini. Heimið hevur stóran týdning,
og tað er har, allar siðvenjur verða førdar víðari.
Meginparturin av bønarsiðum jødanna er grundfestur í søgu teirra. Í ymsu
greinunum í jødadómi er tó ymiskt, hvør dentur verður lagdur á bøn.
Jødar læra smábørnini at biðja stuttar bønir. Biðjast kann innantanna, hart ella
við at syngja.
Jerúsalem er heilagi býurin hjá jødum. Templið í Jerúsalem var staðið, har jødar
hildu seg kunna tilbiðja Gud av heilum huga. Tá ið templið stóð, fóru jødar
tríggjar ferðir um árið niðan til Jerúsalem við offurgávum at takka og biðja.
Einasti partur, ið eftir stendur av templinum, er Vesturmúrurin, eisini nevndur
Grátimúrurin, sum er toftirnar av templinum, ið varð lagt í oyði í árinum
70 e.Kr. Jødar fara hagar at biðja. Teir stinga smáar bønarlepar inn í rivurnar
ímillum steinarnar.
Eftir at templið var oyðilagt, gjørdust sýnagogurnar savningarstaðið til felags bøn.
Bøn í islam
Allir rætttrúgvandi muslimar skulu vísa sína trúgv við at halda ávísar
átrúnaðarligar siðir og reglur. 5 bønir skulu biðjast hvønn dag. Fríggjadag skulu
allir menn í moskuna, har ein imamur talar og leiðir bønina. Ikki er neyðugt,
at ein imamur hevur serliga útbúgving fyri at leiða bønina. Bæði átrúnaðarligir
muslimskir leiðarar, teologar og lógarkønir verða nevndir imamar. Kvinnurnar
kunnu eisini luttaka, men eru tá í einum rúmi fyri seg ella í sama rúmi, men tó
fyri seg sjálvar. Flestu moskur í muslimskum londum hava eisini eina minaret,
eitt høgt torn, haðani kallað verður til bøn úr einum hátalara.
Mekka er heilagi býurin hjá muslimum. Hildið var, at hetta staðið var miðjan
í verðini og Guds staður. Har stóð ein bygningur í skapi sum ein terningur,
Kabain, sum Ísmael og Ábraham høvdu bygt til bønastað. Í øllum førum eina