Kristni 9 - Lærarabók - page 110

110
Um átrúnað
Nógv fólk halda, at tilveran er annað enn tað, ið ber til at viga og máta. Teir
spurningar, átrúnaður setur, eru eitt nú, hvussu heimurin varð skaptur, hvussu
menniskjað varð skapt, hví vit eru her, og um lív er eftir deyðan.
Náttúrufólk og náttúruátrúnaður
Øll hava einaferð verið náttúrufólk og livað av jarðarbrúki og veiðu. Tá vóru
fólk tætt knýtt at náttúruni, har tey búðu. Tað var týdningarmikið at hava
nógva vitan um djór, ferðingarmynstur og eyðkenni. Eisini var týdningarmikið
at duga á at skyna veðrinum.
Tað er vert at hava í huga, at tá vit meta um náttúruátrúnað, er tað út frá tí, vit
kenna í dag. Tað er næstan ógjørligt hjá okkum at seta okkum inn í tilveruna
hjá fólki í samfeløgum í so fornari tíð.
Fyrr í tíðini vóru hesir átrúnaðir kallaðir primitivir átrúnaðir. Primitivur
átrúnaður merkir í grundini upprunaátrúnaður. Seinni hevur onkur kallað
náttúruátrúnað fyri átrúnað teirra skriftleysu.
Náttúrufólk og máttur
Eitt eyðkenni fyri náttúrufólk er trúgvin á, at ein máttur streymar gjøgnum
alt. Ein máttur tryggjar veiðu og vøkstur, ein máttur styrkir hermannin, og
ein máttur ger, at kvinnan kann fáa børn. Fert tú ikki væl um henda mátt, ella
minkar hesin máttur av onkrari orsøk, kann ein vanlukka henda.
At lutir hava ein slíkan mátt er væl kent millum náttúrufólk, eisini at ein
partur av einum luti kann hava tann mátt, ið er í øllum lutinum. Eitt nú
kann eitt fuglabein hava eins stóran mátt og allur fuglurin. Mátturin frá øllum
fuglinum kann ávirka tann, ið ber fuglabeinið uppi á sær.
Indiánar nýta fjaðrar sum ímynd av evnum at veiða og skjótleika.
Í onkrum hátøkniligum samfeløgum eru enn støð, ið sigast at hava ein
yvirnáttúruligan mátt. Eitt nú heilaga fjallið Fuji í Japan. Í Japan eru eisini
mangir shintohalgidómar, har ein partur er so heilagur, at hann bert er fyri
fá útvald. Eitt dømi er Ise-Jingu halgidómurin, bústaðurin hjá Amaterasu,
sólgudinum. Halgidómurin er í tveimum. Hin ytri, Geku, er almennur, meðan
hin innari, Naiku, har sólgudurin býr, bert er fyri útvaldar shinto prestar og
keisarafamiljuna.
Onkur vil halda, at ein leivd frá so fornari tíð enn livir í okkara mentan. Tá
brúktir lutir verða seldir, er tað ikki uttan týdning, um onkur kendur hevur átt
teir, men teir eru neyvan verri ella betri av tí. Innihaldið í eini bók er hvørki
verri ella betri, um bókin verður undirskrivað, men kanska stuttligari at eiga
ella selja.
1...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...148
Powered by FlippingBook