111
Noaidar
Sámiskur náttúruátrúnaður hevur ongar skriftir og ongar reglur fyri guda
dyrkan.
Heldur var talan um sjamanistiskan kultform, har noaidar vóru leiðarar. Sámar
trúðu, at heimurin var í fýra pørtum: tann yvirhimmalski, tann himmalski,
tann undirhimmalski og tann undirjarðiski.
Ein noaidi dugdi serliga væl at koma í ekstasu. Hann kundi fara í eina aðra
tilvitsku, har sálin fór úr likaminum á ferð til himmals ella helheims.
Ein noaidi kundi bæði lekja og síggja fyri sær. Til teirra fóru fólk við andaligum
spurningum. Gudarnir hildu samband við menniskjuni gjøgnum noaidar.
Noaidar ferðaðust ongantíð einsamallir, tað var ov vandamikið. Teir høvdu
sokallaðar hjálparandar við sær.
Noaidar máttu ikki nýta sín kunnleika at sæta sær sjálvum, tað kundi koma
teimum aftur um brekku.
Joik
Joik er siðbundin sámiskur tónleikur. Í gomlum døgum nýttu noaidar joik at
koma í transu, men joik hevur enn sum áður eisini annan leiklut í sámiskari
mentan, sum einki hevur við hetta at gera.
Eins og annar tónleikur kann joik bæði vera eitt mentanarligt fyribrigdi og eitt
slag av kristnum tónleiki.
Joik verður brúkt at spekja reindjóraflokkin og jagstra burtur villdjór. Joik
verður nýtt í frásøgn at fáa fram minnið um eitt stað, eitt djór ella ein persón.
Tað eitur ikki at joika
um
onkran, men at joika onkran. Tann sum verður
joikaður, eigur joikin. Persónligu eginleikarnir hjá eigaranum hoyrast aftur
í rútmu, lagi og orðum. Tað verður sagt, at í gomlum døgum vart tú ikki
fullgildigur limur í einum samfelagi, fyrr enn ein joikur var ognaður tær. Tann,
ið joikaði, og tann, ið varð joikaður, vóru ofta tætt knýttir.
Nú á døgum verður ikki joika á sama hátt sum fyrr. Joik verða givin út á fløgu
og framborin á konsertum, og tí dettur sambandið, sum var millum joikaran
og joikaða burtur.
Joikasangur er merktur av uppafturtøku og serligum máta at nýta røddina.
Joik er millum elstu fólkatónleikasløg í Evropa.
Náttúruátrúnaður í Grønlandi
Upprunafólkið í Grønlandi livdi av at veiða. Náttúran var kørg, og lívið var
harðbalið. Tað sæst aftur í grønlendska náttúruátrúnaðinum. Tað týdningar
mesta var at halda seg væl við guddómin og veiðidjórini. Særdi tú tey, varð
úrslitið veiðuloysi, ódnarveður, sjúka og annað slíkt.
Kap. 12 - Annar átrúnaður