Kristni 9 - Lærarabók - page 118

118
Ljóðføri og sangur
Í Bíbliuni verður fleiri ferðir tikið til, at fólkið sang og dansaði. Í Gamla
Testamenti eitt nú, tá ið Dávid kongur
• flutti ørkina heimaftur eftir mong ár í útlegd,
1. Krýn 13,8
og
1. Krýn15,26-29
• skipaði fyri, hvussu størv levitta við templið skuldu vera. Fýra túsund
levittar skuldu lova Harranum við teimum ljóðførum, ið hann hevði gjørt
at lovsyngja við,
1.Krýn 23,5
• gav boð um, at 288 levittar, ið høvdu lært at syngja, skuldu skipa sangin í
templinum,
1.Krýn 25,6-7
Í Sálmunum verður skrivað um gleðisdans og um dans til Guds æru,
Sl 30,12-13
,
og í Prædikaranum verður tikið fram, at alt hevur Gud gjørt lagaligt til sína tíð.
At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa
hevur sína tíð,
Præd 3,4
Í Nýggja Testamenti verður eisini skrivað um lovsong.
• Tá ið Jesus hevði innsett heilagu kvøldmáltíðina, og teir høvdu sungið
lovsangin, fóru teir út til Oljufjallið,
Mark 14,26
• Paulus og Silas prædikaðu í Filippi, men vórðu kastaðir í fangahús. Men
hetta helt teimum tó ikki frá at prædika. Um miðju nátt hildu teir bøn og
sungu Gudi lovsangir, og fangarnir lýddu á,
Áps 16,25
• Í fyrra Korintbrævið verður tikið til, hvat kann vera til uppbyggingar í
samkomuni, og har verður sálmur nevndur, umframt læra, opinbering,
tungutala og týðing,
1. Kor 14,26
• Í brævinum til Efesusmanna skrivar Paulus um at tala hvør til annan við
sálmum, lovsongum, andligum ljóðum og at syngja og leika fyri Harranum,
Ef 5,18-19
• Í Kolossubrævinum kemur Paulus við enn einari áminning um at læra og
áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og
yndisliga syngja Gudi lov,
Kol 3,16
Gregorianskur kirkjusangur
Dávids sálmar, ið vórðu sungnir í jødisku sýnagogunum, vórðu eisini nýttir í
teimum fyrstu kristnu samkomunum. Fleiri av hesum sálmum eru umyrktir
og eru at finna í sang- og sálmabókum, ið nýttar verða í dag.
Gregor tann Stóri, ið var pávi frá 590-604, átók sær um ár 600 at skipa
kirkjusangin, og av hesum kemur heitið gregorianskur kirkjusangur. Sungið
varð á latínskum, og nótarnir vórðu skrivaðir við neumum, eitt slag av
nótaskrift, ið ikki verður nýtt longur.
Neumir vísa ikki júst tónan ella rútmuna, men um melodistemman fer upp
ella niður. Tann gregorianski kirkjusangurin fekk stóran týdning í kirkjum og
í kleystrum, har munkarnir eisini tóku hann til sín.
Orgultónleikur
Í mong ár var tað bert sangurin, ið fylti kirkjurúmini, tí forboð var at nýta
ljóðføri. Men so við og við komu ljóðføri inn í myndina, mest orgul.
Í 1200 talinum varð orgultónleikur alment góðkendur sum kirkjutónleikur,
og í teimum stóru katedralunum runt um í Evropa varð farið at byggja orgul.
1...,108,109,110,111,112,113,114,115,116,117 119,120,121,122,123,124,125,126,127,128,...148
Powered by FlippingBook