126
Svarlisti
SVAR - Kap. 2 - Trúartræið
Spurningar
Trúartræið
1
Hvønn hevur Gud beinleiðis samband við í jødadómi?
2
Hvussu leggur Gud seg út í søgu jødanna?
3
Hvønn tosar Gud við í kristindómi?
5
Hvønn tosar Allah við í islam?
6
Hvussu er samband menniskjans við Allah?
4
Hvat sigur kristindómurin um Gud?
1. partur
Jødiska fólkið
Hann hjálpti teimum eitt nú úr trældóminum í Egyptalandi
Menniskju - ígjøgnum Jesus
At hann er ein kærleiksfullur Gud, ið letur son sín taka á seg syndir menniskjans
Menniskju
Tað er greiður skilnaður. Menniskjað skal geva seg undir Allah
Spurningar
Syndafallið
- Felags støði
1
Hvat hava jødadómur, kristindómur og islam í felag?
2
Hvar verða Ádam og Eva skapt sambært hesum átrúnaðunum?
3
Hvat sigur jødadómur um syndafallið?
4
Hvat sigur kristindómur um syndafallið?
5
Hvat sigur islam um syndafallið?
2. partur
Gud/Allah skapti fyrstu menniskjuni. Sátan freistar tey í Aldingarðinum
Í jødadómi og kristindómi verða tey skapt í aldingarðinum á jørð.
Í islam verða tey skapt í himlinum og síðani sett á jørðina
Eingin arvasynd. Menniskju hava frían vilja. Men fylgjurnar av syndini: líðing,
pína og deyði eru veruleiki
Syndafallið endurtekur seg støðugt í lívinum hjá tí einstaka – eitt endaleyst
stríð millum tað góða og ónda
Allah fyrigav Ádam og Evu. Menniskju eru sjálvi harrar yvir tí ónda og kunnu
sjálvi velja at uppfylla lóg Allah