117
UPPSKOT
Samandráttur
• Bæði sangur og ljóðføri verða umrødd í Gamla
Testamenti
• Í 2. Mósebók sæst forboð at mynda nakað
guddómligt
• Tey fyrstu kristnu nýttu loyniligar ímyndir av ótta
fyri atsókn
• Nógv myndlist er kristin
• Fraklendingar byrjaðu at framføra sangleikir í
900-árunum
• Kristindómurin varð alment góðkendur í
300-talinum
Uppgávur
• Veljið føroyskan ella útlendskan andligan sang ella
sálm. Hvør er høvuðsboðskapurin í hesum verki?
• Gerið einsæris ella saman listaverk við bíbilskum
myndevni. Bjóðið til eina framsýning.
• Framførið smáar lutaleikir, rolluspøl, við evnum úr
Bíbliuni.
• Veljið eina føroyska altartalvu. Nýtið mynda
frymilin á snar.fo/kristni9 og lýsið málningin.
• Hyggið gjølla at myndini av altartalvuni í
Christianskirkjuni á bls. 178 ella á snar.fo/kristni9.
Finnið hesar ímyndir.
• Krossin
• Evangeliini
• Tað himmalska
• Tað jarðiska
Hvussu arbeiðast kann við 14. kapitli:
• Kanna kirkjulistina í nærumhvørvinum
Hvat er at finna? Hvørji eru listafólkini? Hvat ímyndar
listin?
• Í hvønn mun og á hvønn hátt nýta føroyskar
kirkjur og samkomur list og leik?
• Velja film ella sangleik á snar.fo/kristni9 og
viðgera hann sambært frymlinum “Greiningarfrymil
til film”, snar.fo/kristni9
Kapittul 14
List og
leikur