Kristni 9 - Lærarabók - page 120

120
Kristin myndlist
Áðrenn kristindómur varð góðkendur sum átrúnaður í Rómverjaríkinum,
varð kristin myndlist goymd á loyniligum støðum, har tey komu saman til
gudstænastur. Flestu listafólk vórðu ávirkað av rómverskari list.
Bíblian hevur givið størstan íblástur til kristna myndlist. Flestu verk vísa á
Jesus. Og týdningarmesta ímynd er krossurin. Krossfesting var ein av mest
eyðmýkjandi háttunum at verða avrættaður. Krossurin vísir á Jesu líðing. Men
undir Konstantini keisara, ið livdi frá 272-337, gjørdist krossurin ein ímynd
av sigri og frælsi. Frá árinum 312 gjørdist hetta almenna ímynd keisarans.
Føroysk kirkjulist
Í fleiri føroyskum kirkjum eru sonn listaverk at finna. Talan er um altartalvur,
prædikustólar, knæfall, altarbúnað eitt nú kalik, disk, vínkannu, oblateskju
ella breyðdós, ljósastakar og altardúkar.
Í doypifuntinum er ofta vakurt dópsfat. Annars kann nevnast nummartalva,
peningakistil, ljósakrúnur, kristusmynd, bátur, stólavangar, útskorin kórs­
veggur, lesipultur til deknagudstænastur, kirkjuklokka og urga.
Fleiri av hesum lutum eru søguligir og latnir kirkjunum sum gáva.
Úthurðin í Hovs kirkju
Altartalvan í Gøtu kirkju
Útskorin kórsveggur í Oyndarfjarðar
kirkju
Altartalvan í Vesturkirkjuni í Havn
Altartalvan í Vestmanna kirkju
Altartalvan í kirkjuni á Kirkju
1...,110,111,112,113,114,115,116,117,118,119 121,122,123,124,125,126,127,128,129,130,...148
Powered by FlippingBook