121
Kap. 14 - List og leikur
Altartalvan í Christianskirkjuni
Nógvar ímyndir eru í altartalvuni í Christianskirkjuni. Miðgongin í kirkjuni
heldur fram gjøgnum myndina. Saman við tvørgøtum mitt á altartalvuni
mynda hesar gøtur ein kross. Mitt í myndini stendur Jesus. Tann ovari
parturin er himmalin, tann niðari okkara heimur. Í tí ovara partinum eru trý
op, og úr teimum verður Harrans borð dekkað. Opini ímynda faðirin, sonin
og heilaga andan. Tær fýra súlurnar ímynda grundvøll kristindómsins, tey fýra
evangeliini.
Boðið verður til ta stóru kvøldmáltíðin. Men tey, ið boðin vórðu, høvdu ikki
tíð. Ein hevði keypt nakað av jørð, annar nakrar oksar, og tann triði var júst
giftur.
Tó síggjast mong menniskju á veg til Harrans borð. Tað eru ikki júst tey, ið
best eru fyri, men sum takkaðu ja til innbjóðingina.
Lyklarholið í úthurðini í Skálavíkar
kirkju
Innhurð í Hattarvíkar kirkju
Messuakul í Fríðrikskirkjuni á Toftum
Træskurður í Mariukirkjuni í Havn
Skip í Havnar kirkju
Ljósastaki í Fríðrikskirkjuni á Toftum