112
Til tess at halda teg væl við guddómin var týdningarmikið at halda ymsar
reglur. Serliga var tað í sambandi við føðing og deyða. Eitt nú mátti ein kvinna
ikki greiða sær fyrr enn fleiri dagar eftir, at hon hevði átt barn.
Alheimurin var ein heild. Mótsetningar sum lív og deyði, dreymur og veru
leiki, byrjan og endi, høvdu einki at týða. Tíð, rúm og tilvera vóru partar av
eini heild. Tað var heildin, ið hevði týdning. Sambært hesi heild var serligt
samband millum djór og menniskju.
Tá tú doyði, livdi sálin víðari í einum av deyðsríkjunum. Annað var í
himlinum, og var eitt dapurt stað við bert fáum veiðidjórum. Hitt deyðsríkið
var í havinum. Har var alt gott og nóg mikið av veiðidjórum. Um tú doyði
á sjónum ella í barsilssong, komst tú hagar. Øll hini fóru í tað fyrra ríkið í
himlinum, har einki gott var. Tað voldi teimum stórar trupulleikar, ið fóru til
Grønlands sum trúboðarar. Hitt kristna paradísið var jú í himlinum.
Nýggjur átrúnaður
Tá vit tosa um nýggjan átrúnað, kann tað ljóða sum, at her er talan um okkurt
spildurnýtt, ókent og gátuført. Soleiðis er tað sjáldan.
Longu tey fyrstu hundrað árini eftir Kristi føðing hoyra vit um, at ymiskur
átrúnaður er sjónligur í býarmyndini. Hvørt ættarlið upplivir, at átrúnaður
broytist og lagar seg eftir teimum tíðum, ið eru júst tá. Ikki soleiðis at skilja, at
trúargrundarlagið altíð broytist, men heldur at trúarpraksis broytist.
Ein átrúnaður er ikki ein ævig og óbroytilig skipan, men heldur ein meira ella
minni livandi skipan, ið livir í og við teimum broytingum, ið eru á staðnum.
Tað eru menniskju, ið mynda átrúnaðin so ella so.
Onnur týdningarmikil fyribrigdi tá um nýggjan átrúnað ræður, eru royndir frá
tí átrúnað, ið var frammanundan, og tað samspæl, ið kundi komið burturúr.
Tað kann vera av ymiskum orsøkum, at fólk velja at fara til ein annan átrúnað.
Nøkur felags eyðkenni fyri nýggjari átrúnað er, at fólk hava møguleika at taka
størri lut í samkomuni og kenna, at arbeiðið, tey gera, hevur týdning og verður
virðismett, at átrúnaðurin verður gjørdur ítøkiligur við gerðum og ritualum
og kenslan av, at hetta nýggja er nakað serligt í mun til tað, tú áður trúði ella
gjørdi.