Kristni 9 - Lærarabók - page 109

109
UPPSKOT
Samandráttur
• Náttúruátrúnaður er trúgv á náttúrumátt
• Fólkið í Grønlandi og Sámalandi trúðu á
náttúrumáttin
• Bahá’í hevur røtur í islam og bábismu
• Bahá’ú’llah var eftirmaður Báb
• Bahá’í lærir, at Gud sendir síni sendiboð til øll
fólk til allar tíðir
• Jehova vitni læran hevur sín uppruna í USA
• Jehova vitni biðja til Gud Jehova
• Ateistar halda, at hvørki Gud ella gudar eru til
Spurningar
1. Hvønn týdning hevur tað, at náttúran er í
støðugari broyting?
2. Ber saman brotini “Sámiskur náttúruátrúnaður”
á bls. 154-155 og “Grønlendskur náttúruátrúnaður”
á bls. 155. Hvat líkist, og hvat víkur frá?
3. Hvussu sæst á frásagnunum, at tær hava sín
uppruna í ymiskum londum?
4. Hvør veruleiki og hvør avbjóðing liggur í sitatinum
hjá Bahá’ú’lláh á bls. 157?
5. Hvat kann tala fyri, og hvat kann tala ímóti
politiskari luttøku?
6. Hvat kann tala fyri, og hvat kann tala ímóti
blóðtilførslu?
Hvussu arbeiðast kann við 12. kapitli:
• Tosa um týdningin átrúnaður hevur í einum
samfelagi.
• Lata næmingarnar spyrja heima, hvussu
átrúnaðurin í Føroyum er broyttur seinastu
fimmti árini. Hvat kann føra broytingar við sær í
framtíðini?
• Finna onkran nýggjari átrúnað á internetinum.
Hvussu og hvar byrjaði átrúnaðurin? Hvat
eyðkennir henda átrúnað? Kanna útbreiðslu, og
hvussu mong munnu hoyra til henda átrúnað?
• Til ber at bera saman ymsu átrúnaðirnar.
• Kanna hvat bleiv av náttúruátrúnaðinum í
Grønlandi og í Sámalandi. Eru teir enn til sum
átrúnaður, ella er átrúnaðurin vorðin mentan?
• Hagtøl fyri átrúnað í Føroyum eru at finna á
internetinum. Hvussu mong prosent hoyra til eina
kristna samkomu? Hvussu mong prosent kunnu ikki
metast at vera kristin? Hvussu mangar samkomur
eru í Føroyum sambært yvirlitinum? Vita tit um
onkra samkomu, ið ikki er í yvirlitinum? Vita tit
um onkra samkomu, ið ikki er til longur ella hevur
kastað saman við aðrari samkomu?
Kapittul 12
Annar
átrúna ur
1...,99,100,101,102,103,104,105,106,107,108 110,111,112,113,114,115,116,117,118,119,...148
Powered by FlippingBook