Kristni 9 - Lærarabók - page 101

101
Kap. 10 - Bøn og meditatión
ferð í lívinum royna muslimar at fara pílagrímsferð til Mekka. Og hvar teir enn
eru staddir, venda teir sær móti Mekka, tá biðið verður.
Teir nýta eisini Subha, ið kann samanberast við Rósukransin. Hesin verður
ofta nýttir í sambandi við bøn. Hann hevur 33 ella 99 perlur, sum ímynda tey
vakrastu nøvnini, ið Allah hevur.
Bøn í hinduismu
Hinduar hava nógvar gudar. Høvuðsgudar eru Brahma, Vishnu og Shiva. Hóast
teir ymsu hinduistisku bólkarnir hava ymiskar gudar og ymiska siðvenju, so
hava teir flestu eisini nakað í felag.
Tað einstaka húski hevur vanliga sín gud, ið tey halda seg til. Harumframt kunnu
tey vitja tempul, har biðið verður til aðrar gudar. Ein gud steingir ikki aðrar úti,
sum galdandi er í summum átrúnaðum. Hesin verður bert tilbiðin á annan hátt.
At hetta ikki tykist sjálvmótsigandi kemst tað av, at allir gudar teirra í síðsta
enda vísa seg í tí guddómligu meginregluni, Brahman, megin, ið heldur
alheiminum uppi.
Tað ræður um at vera væl við gudarnar. Samskiftið við teir er við bøn, lovsangi
ella við at ofra. Týdningarmikið er at møta gudinum andlit til andlits í
templinum. Tá fær tann einstaki beinleiðis hjálp frá gudinum.
Hjá einum hindu ræður um at bróta ævigu ringrásina, so hann ikki verður
endurføddur. Tað ræður um at gera minst eina góða gerð hvønn dag, liva rætt,
hjálpa neyðstøddum, ikki lúgva, stjala ella gera seg inn á nakran, og við yoga
og meditatión royna at fáa fullkomið tamarhald á sær sjálvum.
Bøn í buddismu
Buddisma er lívsáskoðan, ið byggir á læruna og lívið hjá Budda. Í buddismu er
meditiatión framstandandi. Teir buddistar, ið halda, at ein gudalíknandi vera
er til, biðja til hesa.
Buddistar venja likam og sál at ansa eftir, hvussu farið verður at í øllum lívsins
viðurskifturm. Tað er av stórum týdningi at hava samljóð og frið við sjálvan
seg og onnur menniskju, tí alt, ið gjørt verður, hevur avleiðingar.
Bønirnar eru at líkna við ynskir, har biðið verður um, at ein sjálvur ella onnur
verða fríað og liva lívið samsvarandi læru Budda.
Tá samkoma er í templinum, verður vanliga byrja við talu um eitthvørt, ið
hevur við dagliga lívið at gera. Síðani verða bønir lisnar og mantra sungin.
Mantra eru heilag orð, ið verða endurtikin og hava til endamáls at sissa sinnið.
Við at hugsavna seg og meditera rætt, ber til at røkka fullkomnum vísdómi.
Tað er umráðandi at røkka nirvana, fullkomnari eydnu og friði. Um hetta ikki
eydnast, verður tú endurføddur og mást liva umaftur.
Við meditatión verður áherðsla løgd á at fáa alt gerandisligt, ið fyllir sinnið, at
hvørva. Tann, ið mediterar, skal sita væl, hugsa um andadráttin og kropsrørslur
í hesum sambandi.
1...,91,92,93,94,95,96,97,98,99,100 102,103,104,105,106,107,108,109,110,111,...148
Powered by FlippingBook