96
Jesus og bøn
Í evangeliinum eru fleiri tilburðir, har greitt verður frá Jesu bønalívi. Alt lívið
var Jesus í tøttum bønarfelagsskapi við faðir sín á himli.
Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út, og hann fór
burtur á ein oyðistað og helt bøn har,
Mark 1,35
Eisini gjøgnum dagin fór hann einsæris at halda bøn.
Men sjálvur hevði hann seg undan út í oyðimerkurnar og helt bøn,
Luk 5,16
Tá hann stríddist í Getsemane.
Og hann gekk út og fór sum hann var vanur til Oljufjallið; og lærusveinarnir fylgdust
eisini við honum. Og tá ið hann var komin á staðin, segði hann við teir: Biðið, at tit
ikki mega koma í freisting! Og hann fór frá teimum okkurt um eitt steinkast og legðist
á knæ og bað og segði: Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó
ikki mín vilji, men tín! Men ein eingil av himni birtist fyri honum og styrkti hann.
Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð
rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til
lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega. Og hann segði við teir: Hví sova tit?
Standið upp og biðið, fyri at tit ikki mega koma í freisting,
Luk 22,39-46
Onnur dømi, har skrivað er um Jesu bønalív.
• Vakti Lázarus frá deyðum,
Jóh 11,41-43
• Valdi sær tólv lærusveinar,
Luk 6,12-13
• Umbroyttist á fjallinum, har hann var saman við Pæturi, Jóhannesi og
Jákupi,
Luk 9,29
• Hekk á krossinum,
Luk 23,34-46
• Høvuðsprestabønin, biður fyri sær sjálvum,
Jóh 17
Líknilsi um bøn
Jesus tekur eisini fram tvey líknilsi um bøn. Tað fyrra er um einkjuna og
dómaran. Her leggur hann dent á ikki at troyttast, men støðugt at biðja,
Luk 18,1-8
Tað seinna er um farisearan og tollaran. Hetta líknilsi segði Jesus við nakrar,
sum litu á seg sjálvan, at teir vóru rættvísir og roknaðu hinar fyri einki,
Luk 18,9-14
Av tí at lærusveinarnir sóu, at Jesus hevði eitt serstakt samband við faðir sín á
himni, bóðu teir hann læra seg at biðja.
Og Jesus lærdi teir bæði við gerningum sínum og við orðum. Hann vísti á
týdningin at leggja alt fram fyri Gud.
Lærusveinarnir vóru lærdir upp í jødisku trúnni og bóðu ofta. Men teir skiltu,
at Jesu bønir vóru øðrvísi.
Tá teir bóðu hann læra seg at biðja, lærdi hann teir eisini faðirvár. Bøn, ið
eisini skuldi vera teimum ein ávísing til lívsførslu.