Kristni 9 - Lærarabók - page 97

97
Kap. 10 - Bøn og meditatión
Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar
væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega
verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn
sína. Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og
bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og
heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína.
Verið tí ikki teimum líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit
biðja hann,
Matt 6,5-8
Úr bókini “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar” eftir Hans Jacob Joensen,
fyrrverandi bisp.
Faðir vár, tú sum ert á himnum!
Tað er: Guð vil hervið fáa okkum at trúgva, at hann er rætti faðir okkara, og
at vit eru rættu børn hansara, fyri at vit í troysti og fullum áliti skulu biðja til
hansara, eins og børn hugað biðja foreldur síni um okkurt.
Fyrsta bøn – Heilagt verði navn títt!
Tað er: Guðs navn er heilagt í sjálvum sær; men vit biðja í hesi bøn, at tað
eisini má verða heilagt hjá okkum.
Hvussu verður tað?
Tá ið Guðs orð verður lært reint og rætt, og vit eisini liva heilagt hareftir sum
Guðs børn. Til tess hjálp okkum, kæri faðir á himni! Men tann, ið lærir og livir
øðrvísi, enn Guðs orð lærir, hann vanhalgar Guðs navn okkara millum. Varða
okkum frá tí, himalski faðir!
Onnur bøn – Komi ríki títt!
Tað er: Guðs ríki kemur væl av sjálvum sær uttan bøn okkara; men vit biðja í
hesi bøn, at tað eisini má koma til okkara.
Hvussu verður tað?
Tá ið himmalski faðirin gevur okkum heilaga anda sín, so at vit við náði
hansara trúgva hansara heilagu orðum og liva í gudsótta ævi okkara her og í
himni um allar ævir.
Triðja bøn – Verði vilji tín sum í himli so á jørð!
Tað er: Guðs góði, miskunnsami vilji verður væl uttan bøn okkara; men vit
biðja í hesi bøn, at hann eisini má verða hjá okkum.
Hvussu verður tað?
Tá ið Guð villir og forðar øllum illum ráðum og royndum, ið ikki vilja lata
okkum halga navn hansara og ikki lata ríki hansara koma (slíkt er djevulsins,
heimsins og  holds okkara vilji), og tá ið hann har afturímóti styrkir og
varðveitir okkum føst í orði sínum og í trúnni til okkara síðstu stund. Hetta
hansara miskunnsami og góði vilji.
1...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...148
Powered by FlippingBook