Kristni 9 - Lærarabók - page 90

90
Buddisma og hinduisma
Hóast buddisman hevur røtur í hinduistiskari mentan og í ávísan mun líkist
hinduismu, so eru týðandi munir teirra millum.
Hinduismu kunnu vit ikki tíðarfesta, av tí at hinduistisk mentan er eldri enn
fyrstu keldurnar. Men buddismu ber til at tíðarfesta, av tí at vit vita, nær Budda
livdi. Hann livdi um ár 560-480 f. Kr.
Bæði hinduisma og buddisma tosa um endurføðing, men munur er á
endurføðing og frían frá endurføðing í átrúnaðunum báðum. Hinduisma
tosar um eina æviga sál, atman, ið at enda kann verða fríað, tá hon verður
sameind við alheimin, brahman. Buddisma tosar ikki um eina æviga sál, men
um likamið við viti og hugsanum, ið verður fríað, nirvana, tá tað viðurkennir
einkisleikan og verður sameint við hann.
Hinduisma tosar um stættamun og kastur. Hóast tað, so búgva fólk saman.
Buddisma ger mun á nunnum og munkum mótsett leikfólki, og munkar og
nunnur búgva burtur frá øðrum.
Hinduisma hevur ein skapanargud, men tað hevur buddisma ikki. Ávísar
greinar í buddismu hava gudar – theravada buddisma hevur ongan Gud á
tann hátt, ið orðið “Gud” verður fatað um okkara leiðir.
Hinduistisk tilbiðjan er útvend við mongum ritualum og ítøkiligum gerðum.
Buddistisk tilbiðjan er meira persónlig og vend inneftir í djúphugsan,
meditatión. Hetta verður mett sum undanstig til frían, av tí at tað var á henda
hátt, Budda náddi frían. Meditatión er eisini í hinduismu, men munur er á,
hvønn leiklut hon hevur. Í hinduismu er meditatón andalig og átrúnaðarlig
siðvenja.
Buddisma fyrr og nú
Buddistar liva ógvuliga ymiskt. Ein áhugaverd lýsing er frá einum fundi í Japan
í 1950, tá buddistar úr ymsum londum hittust til fundar. Meðan japanskir
buddistar komu í klædningi, tí teir bert í sínum prestagerningi nýttu serligan
búna, komu teir úr Sri Lanka og Landnyrðingsasia í safrangulum draktum.
Lamair úr Tibet vóru í litríkum búnum. Summir lótu sær tæna, teir bóru ikki
so frægt sum sín egna pengapung, tí teir máttu ikki nerta pening.
Buddisma í nýggjari tíð hevur verið ávirkað av, at londini í Asia hava verður
undir vesturlendskum valdi. Sri Lanka og Myanmar vóru bretsk hjálond,
meðan Vjetnam, Kambodja og Laos vóru fronsk hjálond. Teiland, Butan,
Kina og Japan vóru ávirkað av vesturlendskari mentan haðani, hóast tey sjálv
ongantíð vóru hjálond.
Í hjálondunum var summastaðni sett mark fyri, í hvønn mun og á hvønn hátt
átrúnaðurin skuldi vera, og tað var ikki óvanligt, at eftirlit var við tí. Hesar
umstøður mátti buddisman laga seg til. Tað førdi við sær, at buddisman í
hinum asiatisku londunum eisini tillagaði seg í ávísan mun.
1...,80,81,82,83,84,85,86,87,88,89 91,92,93,94,95,96,97,98,99,100,...148
Powered by FlippingBook