Kristni 9 - Lærarabók - page 83

83
• Grøðir ein málleysan, deyvan ungan mann og rekur ein illan anda út,
Matt 17,14-20, Mark 9,14-29
og
Luk 9,37-42
• Tíggju spitalskir vórðu grøddir, men bert ein vendi aftur at takka,
Luk 17,11-19
• Hóast Lázarus hevði ligið í grøvini í fýra dagar, vakti Jesus hann upp frá
deyðum. Átrúnaðarligu leiðararnir vóru bangnir. Um Jesus slapp at halda
á fram við undrum sínum, fóru øll at trúgva á hann. Teir vóru til reiðar at
taka hann,
Jóh 11,1-44
• Ein hvíludag grøddi Jesus eina kropnaða konu. Hetta var illa dámt av
fyristøðumanninum í samkomuhúsinum. Hvíludagin skuldi einki arbeiði
vera gjørt, helt hann,
Luk 13,10-17
• Av tí, at so mong ikki vildu taka við boðskapi hansara, vísti Jesus við at
banna fikutræið, so tað følnaði, hvat fór at henda landinum undir valdi
rómverja,
Matt 21,18-20, Mark 11,12-14
og
11,20-21
• Størsta undrið var, at Jesus reis upp frá deyðum. At hetta skuldu henda,
hevði hann fleiri ferðir boða frá,
Matt 28,2-20, Mark 16,1-20, Luk 24,1-48
og
Jóh 20,1-31
• Eftir uppreisnina opinberaði Jesus seg við Tiberiasvatnið og gjørdi enn eitt
undur. Eftir boðum hansara settu lærusveinarnir nótina útaftur eftir einki
at hava fingið. Og nú var ein rúgva av stórum fiski í nótini,
Jóh 21,1-11
og
Jóh 14-24
Jesu uppreisn
Evangeliini tosa um, hvussu Jesus lýsti uppreisn sína. Uppreisnin er týdningar­
mikil í kristnu trúnni.
Jesus svaraði og segði við teir: Brótið niður hetta templið, og eftir trimum døgum
skal eg reisa tað. Tá søgdu Jødarnir: Í seks og fjøruti ár hevur hetta templið staðið
í gerð, og tú vilt reisa tað eftir trimum døgum! Men hann talaði um tempul likams
síns,
Jóh 2,19-21
Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur,
Jóh 10,17
Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja
meg. Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: Hvat er hetta, sum
hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund,
og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin? Teir søgdu tí: Hvat er hetta, sum hann
sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar,
Jóh 16,16-18
Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: Er tað hetta, tit skifta
orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur
um lítla stund, og tit skulu síggja meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu
gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir,
men sorg tykkara skal verða vend til gleði. Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí
at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur
neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin. Eisini tit hava tá
nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin
skal taka gleði tykkara frá tykkum,
Jóh 16,19-22
Kap. 7 - Jesu lív og læra
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...148
Powered by FlippingBook