75
Kap. 7 - Jesu lív og læra
2.
Og Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum,
Luk 2,52
Á einum ásna ríður hann inn í Jerúsalem
1.
Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir; Sí, kongur tín til tín kemur,
rættvísur er hann og sigursælur, lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola,
Zak 9,9
2.
Tá tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: Hosianna,
vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur. Men Jesus fann
ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er,
Jóh 12, 13-14
Verður svikin av einum, ið stendur honum nær
1.
Sjálvt vinmaður mín, sum eg álit hevði á, sum hevur etið av mínum breyði, hann
lyftir upp hælin móti mær,
Sl 41,10
2. O
g Judas Iskarjot, ein av teimum tólv, fór til høvuðsprestarnar til tess at geva
hann upp í hendur teirra,
Mark 14,10
Gjaldið fyri svikið er 30 seklar av gulli
1.
Eg segði tá við teir: Um tað hóvar tykkum, tá gevið mær løn mína; men vilja tit
ikki, tá latið tað vera; tá vógu teir av silvuri tríati siklar sum løn mína,
Zak 11,12
2.
Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?
Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e.silvurdálar),
Matt 26,15
Peningurin verður borin aftur
1.
Men Harrin segði við meg: Kasta tað í fæhirðsluna, hatta dýra virðið, sum tú
varðst mettur til av teimum! Tá tók eg teir tríati silvursiklarnar og kastaði teir í
fæhirðsluna í húsi Harrans,
Zak 11,13
2.
Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: Tað er ikki beint at leggja
teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar. Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman,
keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar,
Matt 27,6-7
Ákærdur, men tigandi undir rættarmálinum
1.
Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín
eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir
royta hann; hann læt ikki upp munn sín, Jes 53,7
2.
Og høvuðspresturin reistist og segði við hann: Svarar tú einki? Hvat er tað, ið hesir
vitna ímóti tær? Men Jesus tagdi. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann:
Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs,
Matt 26,62-63
Hann skal líða fyri onnur
1.
Men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði
á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan. Men hann
varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til
friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót,
Jes 53,4-5