74
Spádómar um Jesus
Nógvastaðni í Gamla Testamenti verður væntað, at Gud aftur skal bjarga fólki
sínum, Ísrael. Fleiri teirra væntaðu, at Gud skuldi senda teimum ein frelsara,
Messias, ið skuldi bjarga teimum. Tey kristnu trúðu, at henda vón og tey
skriftbrot, ið viðgjørdu hesa vón, vóru uppfylt við Jesusi.
Skriftbrotini í Gamla Testamenti, væntanin, verða her lýst undir 1. Skriftbrotini
í Nýggja Testamenti, uppfyllingin, verða lýst undir 2.
Hann skuldi verða føddur í Betlehem
1.
Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma
hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans
døgum,
Mika 5,1
2.
Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá
komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem,
Matt 2,1
Hann skuldi verða føddur av eini moyggj
1.
Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir
son, og hon kallar hann Immanuel,
Jes 7,14
2.
Men við føðing Jesu Krists gekk tað soleiðis til: Tá ið Maria, móðir hansara, var
trúlovað Jósefi, so kendist tað á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn
av hinum heilaga anda,
Matt 1,18
Smábørn skuldu verða dripin
1.
So sigur Harrin: Rødd hoyrist í Ráma, venan og sárur grátur; Rakul grætur um
børn síni og vil ikki lata seg ugga eftir børn síni, tí at tey eru ikki til longur,
Jer 31,15
2.
Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur,
og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir
har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið
greiði á av vísmonnunum,
Matt 2,16
Flýggjanin til Egyptaland
1.
Tá ið Ísrael var ungur, fekk eg tokka til hansara, frá Egyptalandi kallaði eg son
mín,
Hós 11,1
2.
Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til
Egyptalands,
Matt 2,14
Ikki góðtikin av jødum
1.
Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum,
líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki,
Jes 53,3
2.
Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum,
Jóh 1,11
Hann er vísur
1.
Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar,
andi kunnskapar og ótta Harrans,
Jes 11,2