Kristni 9 - Lærarabók - page 64

64
Skaldskapurin
Tíðin, tá B.S. Ingemann livdi, verður nevnd gulløldin. Ingemann var av
sonnum ein gyltur yrkjari. Sól, einglar, ljós, náttúra og kærleiki eru evni, hann
ofta yrkir um. Hann yrkti eisini um myrkur, nátt og deyða, ið eru natúrligir
partar av mannalívinum, men um at Gud er sterkari, og at ljósið vinnur á
myrkrinum. Málið og myndamálið, Ingemann nýtti, var soleiðis, at bæði lærd
og ólærd skiltu tað.
Ingemann gav í 1837 út sjey morgunsálmar, og í 1838 gav hann út sjey
kvøldsálmar. Um somu tíð setti C.E.F. Weyse lag til teir allar. Weyse skal hava
sagt, at so vakrar yrkingar smíða løgini sjálvar. Hesir sálmar eru væl kendir
í donskum sálmasangi. Summir eru týddir til føroyskt. Í Sálmabók Føroya
Kirkju eru teir
Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há, Eg sum eitt barn meg gleða
vil, Føgur er foldin, Eg livi og veit við fullgóðum treyst’, Til andans stóru náðifest,
Sí, meistarin hann kemur, Frelsarin hirði mín góður er
og
Av dagsins verki móður.
Ingemannmá metast at vera eitt av donsku tjóðarskaldunum. Í verkum hansara
eru kristindómur og donsk søga og mentan aðaltættir. Samtíð Ingemanns var
merkt av kríggi og ríkishúsagangi eftir eina blómandi tíð í 1700-talinum.
Sí, meistarin hann kemur
Sí, meistarin hann kemur,
so kærleiksfull er ferð,
við bræðsluovnin hann situr,
til silvurið reinsað er.
2. Hann bíðar teirri løtu,
sum honum er so kær,
tá ið mynd hann av sær sjálvum
í silvurskorpuni sær.
3. Sí, meistarin hann kemur,
sum bræðir sál og sinn,
við hjartamunnan hann situr
og sær í sálirnar inn.
4. Um hann í hjartadýpi
mynd av sær sjálvum sær,
tá frøist meistarin mikli –
hans gerningur ávøkst bar.
Mál 3,3. Ingemann
Steingrím Niclasen týddi
1...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68,69,70,71,72,73,74,...148
Powered by FlippingBook