Kristni 9 - Lærarabók - page 61

61
Sorg
Tað mugu vera ógvuliga fá menniskju fyri ikki at siga eingin, ið livir lívið uttan
onkuntíð at kenna sorgina níva. Tað kann vera ymiskt, ið ger, at fólk gerast
sorgarbundin. Sorg tí okkurt, ikki gekst eftir ætlan. Okkurt, ið glapp okkum
av hondum, kærleiki til onkran, ið ikki hevði somu kenslur afturímóti, mistur
vinningur ella stórur lutur, ið vit av ósketni brutu ella oyðiløgdu.
Men harðast nívir sorgin, tá vit missa ein kæran. Tað at missa og sorgin, ið
fylgir, eru kor, ið menniskju liva undir. Í flestu førum er sorgin natúrligur
atburður. Men tómleikin eftir tann farna kann sýnast so nívandi, at alt, ið fyrr
hevði týdning, er fyri einki at rokna.
Sorgina kann eingin taka frá einum syrgjandi. Sagt verður, at sorg er kærleiki,
ið ikki slepst av við. Livast má við hesum fylgisveini víðari fram á leið. Sorgin
kann broytast, og sum tíðin líður, finna sína legu, men kemur altíð at vera ein
partur av viðkomandi.
At velja lívið frá
Samanborið við londini rundan um okkum eru ikki mong her á landi, ið velja
lívið frá. Tó so, at nærum á hvørjum ári er onkur tilburður av sjálvmorði.
Nøkur menniskju eru, ið ikki megna veruleikan, men hava so tungar kenslur
av hjálparloysi og avmakt, at tey síggja sjálvmorð sum einasta útveg.
Í tíðarskeiðinum 2002-2012 vísa hagtøl, at 27 føroyingar tóku lívið av sær.
Tvær til tríggjar ferðir fleiri menn enn kvinnur velja lívið frá, men fleiri kvinnur
enn menn royna sjálvmorð, ofta við at taka heilivág.
Óndskapur og deyði
Daglig hoyra við tíðindi og síggja myndir í fjølmiðlunum um óndskap og
deyða. Mangan verður ávarað um ógvusligar myndir, ið verða bornar inn í
stovurnar. Ræðuleikarnir eru nógvir. Ilt er at skilja, at so nógvur óndskapur,
líðing og deyði skal raka so mong ósek menniskju.
Tað er ymiskt, hvør ið stendur aftan fyri tílíkar gerðir. Fólkasløg liggja í stríði
hvørt við annað. Felagsskapir skipa fyri ræðuligum atsóknum. Men tað eru
eisini einstaklingar, hvørs uppaling hevur verið avlagað, ella tey á annan hátt
eru vorðin avskeplað sinniliga og hava ilt við at síggja, hvat rætt og skeivt er.
Eins og álopið í Noregi vísti, og sum eisini hevur víst seg í mongum øðrum
førum, kann ein einsamallur persónur eisini gera óbótaligan skaða.
Um at missa
Eingin missur er eins, og tað er ymiskt, hvussu vit bera miss. Heilt frá
barnaárum uppliva vit broytingar. Við natúrligum missi brynja vit okkum til
størri broytingar og læra lívsins ymsu leikir.
Kap. 4 - Líðing og sorg
1...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...148
Powered by FlippingBook