52
Kærleikin og lívið
Tosað kann verða um trý sløg av kærleika agape, eros og filio, sum øll trý
umboða kærleikan á ymsan hátt.
Agape
kann lýsast, sum tann kærleiki, ið gevur uttan at krevja nakað afturfyri.
Í kristindómi er talan um kærleikan, Jesus sýndi, tá ið hann doyði á krossinum.
Eros
er tann holdsligi kærleikin, tann erotiski kærleikin.
Filio
er tann kærleiki, sum er millum vinfólk.
Líkasæla
Vit seta ofta hatur í mótsetning til kærleika, men eins rætt er at seta líkasælu í
staðin, og líkasæla kann vera særandi, ja, enntá drepandi.
Heimsyvirlýsingin hjá ST var slóðbrótandi, tí hon staðfesti, at øll menniskju
hava rætt til frælsi og virðing, at øll menniskju eru eins nógv verd og hava rætt
til eina virðiliga viðferð og eitt virðiligt lív.
Nógv er broytt til tað betra, síðani sáttmálin var undirskrivaður í 1948. Men
ikki kunnu vit siga, at komið er á mál. Nógva staðni er veruleikin langt frá
ásetingunum í mannarættindasáttmálanum.
Tann størsta hóttanin ímóti mannarættindum er líkasæla. Eitt er hvørja
ávirkan hvør einstakur hevur á tað, ið hendir úti í heimi, og hvussu hjálp kann
veitast. Tað kann tykjast vónleyst. Men ein sannroynd er, at eru vit líkasæl og
leggja líka í, hvussu menniskju hava tað bæði í okkara nærumhvørvi og úti í
heimi, er eingin næstakærleiki til staðar. Um kærleikin ikki hevur samband og
samskifti við onnur menniskju, verður hann eginkærleiki og kemur ongum
øðrum til gagns.
Eitt gott dømi um líkasælu er søgan um Jobbafólkini.
Móðir Teresa
Lívssøgan hjá Móður Teresu vísir eina kvinnu, ið av sonnum sýndi næsta
kærleika í verki.
Móðir Teresa gjørdist heimskend og fekk í 1979 Nobel Friðarheiðurslønina
fyri stóru umsorgan sína, kærleika sín og hjálpsemi móti menniskjum, ið liðu
neyð.
12 ára gomul gjørdist henni greitt, at hon ikki var eins og aðrar gentur. Hon
hevði heilt onnur áhugamál enn tær. At giftast og fáa børn hevði hon als ongan
áhuga í. Hon kendi, at Gud hevði eina ætlan við sær.