Kristni 9 - Lærarabók - page 44

44
Felags støði og frávik í jødadómi, islam og kristindómi
Vit hoyra av og á, at trupulleikar stinga seg upp millum bólkar, ið hava ymiskan
átrúnað. Vit kunnu tó ikki siga, at hetta er galdandi í Føroyum, tá fjølbroytni
innan átrúnað ikki er so stórt í landinum.
Tað er tó av stórum týdningi, at vit hava vitan um teir ymsu átrúnaðirnar, ið eru
um allan heim, ikki minst nú altjóðagerðin er so frammarlaga. Sjófólk okkara
eru at finna á øllum heimsins høvum. Har hava tey starvsfelagar, ið hava ymsan
átrúnað. Harafturat leita mong sær burtur í onnur lond at lesa, at arbeiða og
at ferðast. Støðugt búsetast eisini fleiri við aðrari mentan og trúgv í Føroyum.
Tos um tolsemi á hesum øki byggir á altjóða mannarættindasáttmálan, ið
staðfestir, at øll hava frælsi til ta trúgv, tey velja.
Tvídráttir og skarpskeringar kunnu koma í, tá fólk gerast ótrygg við støðuna
og ikki skilja hvør annan. Tað er tí av stórum týdningi, at vit gera okkara ungu
kunnug við teir ymsu átrúnaðirnar, hvat vit hava til felag, og hvat víkur frá.
Grundstøði í jødadómi, kristindómi og islam er eins. Tað er, at Gud er tann, ið
skapar og hevur umsorgan fyri tí skapta. Í islam hevur Gud, Allah, eitt nakað
øðrvísi samband við menniskju. Hann tosar við menniskju, ið skulu geva seg
undir vilja hansara, men hann kemur ikki í samband við menniskju á sama
hátt sum Gud í kristindómi.
Men trúgvin á Jesus sum son Guds er óhugsandi bæði í jødadómi og islam.
Tey eru samd um, at Jesus hevur livað, og islam sigur Jesus vera profet.
Ábraham
Bæði jødar, kristin og muslimar hava Ábraham sum ættfaðir. Í 1. Mósebók, ið
er felags skrift hjá jødum og kristnum, stendur, at Ábraham fór úr Mesoptámia,
nú Irak, til Ísraels. Ábraham og konan Sára vóru komin væl til árs, hann 100
ára gamal og hon 90 ára gomul. Tey vóru barnleys.
Við egyptisku trælkvinnuni Hágar fekk Ábraham sonin Ísmael. Hóast høga
aldurin føddi Sára sonin Ísak. Sára toldi ikki, at báðir dreingirnir spældu
saman, og fekk tí Ábraham at reka Hágar og Ísmael út í oyðimørkina. Gud
hjálpti Hágar og soninum undan tosta við at lata eina keldu valla fram.
Í Koranini, heilagu skriftunum hjá muslimum, eitur Ábraham Ibrahim, og var
hann giftur við bæði Sáru og Hágar. Tey búðu í Saudiarábia.
Ibrahim, Hágar og Ísmael fóru út í arábisku oyðimørkina, men Ibrahim fekk
boð um at fara heim aftur til Sáru. Ein kelda bjargaði Hágar og soninum.
Keldan eitur Zam-Zam og er í moskuni í Mekka.
Tá Ábraham, sum skrivað er í Bíbliuni, var boðum Guds líðin og villigur at
ofra son sín Ísak, gav Gud honum lyfti um, at hann skuldi gerast ættfaðir at
miklari tjóð. Hetta sama lyftið fekk Hágar í Koranini, tá hon í oyðimørkini
græt um, at sonurin skuldi doyggja í tosta.
Ísak gjørdist ættfaðir jødanna, og Ísmael gjørdist ættfaðir arába.
1...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...148
Powered by FlippingBook